York: Býurin ímillum linjurnar

The Shambles í York
York: Býurin ímillum linjurnar
Fyri meg gert Spanska trappan, Eiffeltornið og operahúsið í Sidney ofta bara ein tjekklisti, sum eg skal ígjøgnum, tí tað eigur mann. York er harafturímóti eitt gerandisligt ævintýr
30.01.2015 - 16:45

Vit enda ofta á shoppingferð í London, á sólferiu á Mallorka ella ovast uppi í Eiffeltorninum, tí tað er tað, vit hoyra um, og har vit barasta skulu til. Vit fara til støðini, sum onnur hava viðmælt, og síggja tað, sum onnur hava sæð og upplivað fyri okkum. Fyri meg gert ferðin ofta ein tjekklisti, nøkur stór hæddarpunkt, sum vit bara skulu royna, og sum vit bara skulu ígjøgnum. Vit síggja sostatt ikki tað, sum er ímillum linjurnar.

 

Eg gangi eftir eini knortluttari, smalari gøtu. Húsini hava staðið uppi leingi og lena seg tí upp ímóti hvørjum øðrum, ja, sum um tey næstan ikki orka meira. Vindeygakarmarnir eru tjúkkir og breiðir, vindeyguni eru skeiv og hurðarnar knirka, tá ið tú letur tær upp.

Tað luktar av øllum møguligum. Øl, bacon og heimagjørdari sjokulátu. Fólkini, ið ganga framvið, hyggja vinarliga upp á meg og heilsa. Ja, tey hyggja ikki niður, tá ið mann gongur framvið, sum annars ofta er siður millum ung í dag.

 

Inni í pinkalítla handlinum íður í glasfigurum – serliga glaskettum. Smáar, sníkjandi og skínandi glaskettur. Eg orki ikki fyri kettum, men hesar kunnu ikki gera mær nakað, so eg eri næstan rólig. Summar eru ljósareyðar, aðrar havbláar og uppaftur aðrar eru skríggjandi sólgular. Og mitt í øllum glasrokanum hoyri eg tónleik: eina eletriska violin, sum spælir eitt stykki, sum skal fyristillast at vera klassiskt. Men hvør elskar ikki eletriskar violinir!

Í handlinum við síðuna av kanst tú keypa nøtur. Har eru øll sløg av nøtum. Valnøtir, hasselnøtir, mandlur. Og yvir av har sita fólk og drekka te, ímeðan tey nippa til smáu nettu køkurnar, sum liggja á fittu, fínu tallerkunum. Ein genta situr smílandi og gumlar og jaglar eina cupcake við gulum glasuri. Mamman hevur valt eina meira snøgga ljósabrúna kaku.

 

Við endan á gøtuni kanst tú keypa nýgjørda sjokulátu. Hann spyr, hvat eg vil hava, og eg peiki á nakrar sjokulátabitar við valnøtum og karamelkremi, ímeðan eg eygleiði runda tólið, sum sjokulátan rennur ígjøgnum fyri ikki at fáa klumpar. Hann smílist vinarliga og gevur mær ein lítlan brúnan papírsposa við sjokulátabitunum í. ”Thank you” sigi eg á mínum føroyska enska, har h’ið ikki ordiliga hoyrist og fari út aftur.

 

Á veg heim fái eg eyga á eitt lítið diskotek. Eitt lítið skelti blinkar: gult, reytt og blátt. ’Bora Bora’ stendur á – sjálvandi. Nakrir smáir pálmar við alt ov grønum bløðum standa við hurðina. Sjálvt um diskoljósið blinkar íherdigt á dansigólvinum, so síggi eg ongan dansa.

Eg gangi víðari, og tað byrjar at kava.

Vit enda í einum lítlum ølhandli og uppi á einum lítlum lofti, har fimm bretar sita og njóta eina øl. Loftið er hildið uppi við stórum, myrkum træbjálkum, og borðini eru av sama tunga træi. Vit seta okkum í breiða vindeygakarmin og bíleggja eina ’Top of the Hops’, sum er ein lokal øl frá York.

 

Sjálvt um operahúsið í Sidney er flott, og sjálvt um mann barasta skal til Oxford Street í London, so haldi eg kortini, at ein lítil gøta í York er minst líka áhugaverd og hugtakandi. Her er sum so ikki nakað ávíst, tú bara skal síggja, men heildin sigur alt.

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.