- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tunnilin: 25 fyritøkur fingu møguleika at bjóða
21.06.2013 - 10:37
Innlendis›Politikkur
Tunnilin: 25 fyritøkur fingu møguleika at bjóða
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, vísir aftur, at hann hevur brotið lógina um Skálafjarðartunnilin
25 fyritøkur fingu møguleika at bjóða upp á arbeiðið at gera Skálafjarðartunnilin, og alt fyrireikingararbeiðið er gjørt í samsvari við lógina, sigur Kári P. Højgaard landsstýrismaður í innlendismálum.
Hann vísir sostatt aftur, at hann skal hava brotið lógina, og ikki hava boðið arbeiðið út í fríari kapping.
Men Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, sum var við til at smíða stýrisskipanarlógina, sigur, at landsstýrismaðurin hevur ikki gjørt eftir lógini. Lógin sigur greitt, at Skálafjarðartunnilin skal bjóðast út í fríari kapping. Og tað hevur landsstýrismaðurin ikki gjørt, sigur Bjørn á Heygum.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV