- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framhald av To Kill a Mockingbird kemur út
Amerikanska Harper Lee gjørdist í 1960 víðagitin, tá einasta skaldsøga hennara To Kill a Mockingbird kom út. Søgan um smágentuna Scout Finch bleiv sera væl móttikin, og enn í dag verður bókin um rasuskilna, harðskap og at missa barnsligu fávitskuna lisin víða.
Nú hevur 88 ára gamli rithøvundurin avgjørt at geva út bókina, ið eftir ætlan skuldi vera undansøgan til To Kill a Mockingbird. Talan er um skaldsøguna Go Set a Watchman, sum varð skrivað í 1950unum, men sum rithøvundurin helt var horvin, til sakførarin hjá henni fann handritið saman við einum uppruna handriti av To Kill a Mockingbird.
Í hesi bókini er Scout vaksin og kemur aftur til heimbýin at vitja pápa sín, har hon noyðist at taka støðu til bæði persónligar og politiskar spurningar, bæði viðvíkjandi pápanum og lítla samfelagnum, hon vaks upp í. Nýggja bókin kemur út 14. juli og kann longu nú keypast í undansølu á ymsum heimasíðum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |