Ungir rithøvundar, Kindlar og S-bøkur

Ungir rithøvundar, Kindlar og S-bøkur
Í kvøld fer RøddinLive at snúgva seg um burturfalnu bókmentanina og viðgera spurningin “Er bókin doyggjandi?”
09.12.2016 - 15:30

Skrivað hevur: Sólveig Á Torvlaðnum



At lesa eina bók er blivin ein ræðumynd hjá flest ungum. Bøkur verða sæddar sum nakað forferdiliga keðiligt, og nakað sum tú skalt lesa, av tí at tín føroyskt lærari sigur tað. Fyri nøkrum fáum árum síðan var tað at lesa nakað heilt vanligt, og nú brúka vit talgildar bøkur í skúlanum.

 

Fyrsti árgangurin í fiskivinnuskúlanum brúkar eina S-bók í føroyskum. Har fer RøddinLive fer at vitja ein flokk og spyrja tey, hvussu tað er at brúka eina talgilda skúlabók. Har hoyra vit m.a eina samtalu við ein drong, ið sigur, at S-bøkur eru framtíðin.

 

Eisini fara vit at hoyra eina samtalu við Anniku Dalsgaard, sum er ein ungur rithøvundur. Hon sigur seg fáa íblastur frá teimum meira vanligu tingunum, sum ikki verða varpað so nógv ljós á. Vit fara eisini at koma tætt inn at unga yrkjaranum, Rebekku Eliasen.

 

Geva fólk enn bøkur í jólagávu? RøddinLive fer eisini ein túr í SMS at tosa við Rit og Rák um, hvussu sølan av bókum upp undir jólini er, og so spyrja vit eisini Rit&Rák um kindlar.

 

Hoyrið meira í RøddinLive í kvøld klokkan 20!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.