Land í eygsjón

Mynd frá dansisýningini "I wish her well"
Land í eygsjón
Norðurlandahúsið hýsir norskum listafólkum
07.02.2015 - 16:00

Norðurlandahúsið fer í døgunum 6. – 14. februar at leggja dent á norska list.

 

Tiltakið Land í Eygsjón er byrjað, og møgugleiki er at uppliva norska samtíðarlist í eina heila viku.

 

Tað verða bæði dansisýningar, listasýningar, konsertir og fyrilestrar, sum ein kann uppliva í Norðurlandahúsinum hesar dagarnar. Les meira um nøkur av tiltøkunum niðanfyri.

 

 

 

7. februar

CREATOR: gd-jpeg v1.0 (using IJG JPEG v80), quality = 75

Lars Kjemphol

Norski myndlistamaðurin Lars Kjemphol fer alla vikuna at hava listaframsýning. Lars Kjemphol fer alla vikuna at skapa eina framsýning úr øllum møguligum tilfari, sum er honum til taks, meðan hann arbeiðir. Hetta merkir, at áskoðarar fara at uppliva framsýninga spretta úr ongum og verða ein partur av teirra nærveru, sum er ein partur av verkinum.

 

 

11. februar kl. 19.00

Beskrivelse: Macintosh HD:Users:sonjawanghansen:Downloads:I_wish_here_well_Panta_Rei_liggende_II.jpg

I wish her well

I wish her well er ein dansisýning við fýra dansarum úr Panta Rei Danseteater í Norra. Dansisýningin er grundað á dagbókina hjá einu 16 ára gamlari gentu, sum nú er vorðin 82 ára gomul.

 

 

13. februar kl. 19.30

CREATOR: gd-jpeg v1.0 (using IJG JPEG v80), quality = 100

”Økonomisk teori for begynnere”

Norski listamaðurin Amund Sjølie Sveen fer at halda ein øðrvísi fyrlestur um búskaparfrøði. Hann fer at framføra grundleggjandi búskaparligu ástøðini á ein undirhaldandi og skilligan máta. 

 

 

14. februar kl. 20.00

Tini við bólki

14. februar, sum er seinasti dagur í tiltakinum Land í Eygsjón, fer nýggja norska stjørnan Tini at framføra. Stílurin, sum mann kann vænta at hoyra, er ein blanding av melodiøsum singer-songwriter poppi við einum norskum kryddi.

 

Hoyr lagið ”Undo My Heart” hjá Tini her.

 

Les meira um skránna og tiltakið á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.