- Tíðindi, mentan og ítróttur
Snildfonin tekur yvir
Ávirkar minni
Myndatól eru blivin ein stórur partur av okkara dagligdegi. Við okkara snildfonum kunnu vit hvønn dag taka myndir av okkum sjálvum, familju, vinum og serligum løtum.
Vit noyðast ikki at minnast løtur, av tí at telefonin kann dokumentera hvørja einastu løtu og kann minnast hana fyri okkum. Av tí sama eru vit ikki til staðar í løtuni á sama hátt sum fyrr.
Sambært sálarfrøðinginum, Linda Henkel, minnast vit verri, tá vit taka myndir. Hon gjørdi eina kanning við nøkrum testpersónum inni í einum listasavni, har helvtin slapp at taka myndir av tí tey sóu, meðan hini ikki sloppu. Úrslitið var, at tey, ið ikki tóku myndir, mintust nógv meira av tí, sum tey høvdu sæð.
Vilt tú ævigera eina serliga løtu? Skúgva so trongdina til at leggja alt út á instagram ella facebook til viks, legg telefonina frá tær og njót heldur løtuna, sum hon er.
Oyðileggur ættarskil
Farin er tíðin við kortum og kumpassum. Í dag hava flestu nýggju bilar eina GPS skipan, og næstan øll hava eina snildfon við appum sum Google Maps, ið kunnu greiða okkum frá, hvussu vit finna veg.
Tá menniskju navigera, skapa vit automatiskt eitt kort inni í heilanum, soleiðis at vit lættari kenna okkum aftur. Nú hava vit tól, ið skapa kort fyri okkum, og vit noyðast tí ikki at hugsa nakað serligt, tá ið vit skulu finna veg.
Granskingar vísa, at fólk, ið brúka GPS til at finna runt, duga illa at finna veg uttan, av tí at heilin gevst við at halda yvirlit yvir, hvar vit eru. Vilt tú styrkja um títt ættarskil? Tak so ein steðg frá GPS tólum av og á, og lat heilan skapa sítt egna kort.
Skapar ótta
Snildfonir fylla meira og meira í okkara dagligu gongd. Facebook, Snapchat, Instagram, og líknandi appir hava ført við sær, at vit klára sera illa at lata telefonina fáa frið í longri tíð.
Fyri stuttum var ein spurnarkanning við yvir 2000 luttakarum, ið vísti, at heili 60 prosent av snildfon brúkarum klára ikki at vera burtur frá telefonini í meira enn ein tíma.
Vit gerast sostatt meira og meira bundin av telefonum okkara, og sleppa vit ikki at kanna hana nóg ofta, so kunnu vit gerast merkt av ótta og strongd.
Hesin óttin fyri ikki at altíð hava atgongd til sína telefon, hevur nú fingið eitt navn, Nomophobia. Vilt tú sleppa undan diagnosuni ‘nomofob’ og minka um ótta og strongd, legg so telefonina frá tær.
Kelda: www.cracked.com
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |