Alingin á Gøtuvík umhvørvisgóðkend av nýggjum

Alingin á Gøtuvík umhvørvisgóðkend av nýggjum
Treytir, um at alifelagið ger regluligar kanningar av havbotninum, eru settar í nýggju umhvørvisgóðkenningini
Alingin á Gøtuvík er umhvørvisgóðkend av nýggjum. Regluligar kanningar av havbotninum skulu millum annað gerast, sambært nýggju góðkenningini
 
19.02.2015 - 16:05

Í góðkenningini eru millum annað settar treytir um, at alifelagið ger regluligar kanningar av botninum undir aliringunum, og at alifelagið skal taka atlit fyri úrslitunum av botnkanningunum í síni framtíðar aliætlan.

Dálking, í sambandi við aling, stavar oftast frá fóðri, skarni og heilivági. Men serliga kopar dálkar eisini illa - talan er um kopar, sum verður brúkt til impregnering av alinótum.

Umhvørvisstovan kann seta forboð

Meðan nótirnar liggja í sjónum, detta flakar av impregnering við tíðini av og kunnu hópast upp. Verður dálkingin ov stór, kann Umhvørvisstovan seta forboð fyri at seta fisk út aftur á staðnum.

Góðkenningin kann kærast. Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvis- og fiskivinnumálum.

Kærurætt hava bara tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at tey evni, sum verða brúkt í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870