Byggja kanska fýra skip afturat

23.02.2015 - 09:04
InnlendisSamfelag
Byggja kanska fýra skip afturat
Partafelagið Thor hevur fingið tað fyrsta av fýra frálandaskipum, sum verða smíðað í Turkalandi

Partafelagið Thor hevur álit á framtíðar oljuvinnuni, nú felagið hevur fingið sítt fyrsta av fýra frálandaskipum, sum felagið byggir í Turkalandi.

Felagið fekk um vikuskiftið Thor Magna, sum fer í vinnu í næstu viku.

Thor hevur langtíðarsáttmálar við PGS, sum er eitt altjóða seismikkfelag, ið kannar kolvetni í undirgrundini.

Útlitini eru so mikið góð, at Thor kanska fer at byggja fýra líknandi skip aftrat á Besiktas skipasmiðjuni í Turkalandi, sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360