Útlendskur kapitalur: Eingi loyvi eru sýtt

Útlendskur kapitalur: Eingi loyvi eru sýtt
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsmanni, um útlendskan ræðisrætt í fiskivinnuni
 
04.03.2015 - 15:33

Fiskimálaráðið hevur einki dømi um, at loyvi eru sýtt, men fleiri dømi eru um, at Fiskimálaráðið hevur mett, at treytir, serliga í partaeigaraavtalum og lánsavtalum, hava ikki samsvarað við treytirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Páll á Reynatúgvu, løgtingsmann, sum spurdi um útlendskan kapital og ræðisrætt í fiskivinnununi.

Í flestu førum hevur verið talan um uppskot um avtalur, sum eru lagdar fyri Fiskimálaráðið, áðrenn tær eru endaligar, og tí eru treytirnar í avtalunum broyttar, áðrenn tær eru gjørdar, sigur landsstýrismaðurin.

Fiskimálaráðið og Vørn vita einki um, at Fiskimálaráðið hevur góðkent, at veiðiloyvi, fiskiloyvi og veiðirættindi verða latin feløgum ella flutt millum skip, har útlendskur kapitalur gjøgnum lánsavtalur, pant í skipum ella aðrar avtalur hevur veruliga ognar- og avgerðarrættin á fiskifarinum.

Lógin forðar ikki

Men lógin um vinnuligan fiskiskap forðar tó ikki fyri, at útlendingar veita lán til eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi.

Bert ábyrgdarpeningur skal roknast uppí, tá avgerðin verður tikin, um markið er rokkið, hvussu stóran part av føroyskum fiskiførum, útlendingar kunnu eiga. Fiskimálaráðið kannar tó altíð, um tað í láns- ella veðavtalum eru treytir, sum flyta avgerðarrættin til útlendingar, sigur Jacob Vestergaard.

Fiskimálaráðið hevði eftirkanningina um hendi, men síðani 1. juli í fjør hevur Vørn havt umsitingina, tí sparitiltøk vórðu sett í verk í Fiskimálaráðnum.

Jacob Vestergaard sigur, at hann hevur álit á, at umsitingin av lógini um vinnuligan fiskiskap liggur í góðum hondum hjá Vørn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983