Tú hevur 8,8 sekund

Tú hevur 8,8 sekund
Nýggj kanning vísir, at tú hevur færri enn níggju sekund at fáa uppmerksemi frá einum arbeiðsgevara. Í níggju punktum kanst tú lesa, hvat tú skalt leggja dent á fyri at skriva eina góða umsókn
04.03.2015 - 16:15

Tað er súrt at brúka nógva tíð upp á eina umsókn, sum bara verður lisin skjótt ígjøgnum upp á heilt fá sekund. Tað er sum, tá tú hevur bygt eitt stórt verk av dominobrikkum, og so kemur lítlibeiggi og koppar øllum. Tað er ein súrt!

 

Sambært nýggjari kanning hjá LinkedIn, brúka arbeiðsgevarar í miðal 8,8 sekund at lesa eina umsókn. Tí er týdningarmikið at skriva eina umsókn stutt og beinrakið, skrivar The Telegraph.

 

At skriva eina umsókn snýr seg um eitt: hvørt tú dugir at selja teg sjálva/n á pappíri. Tín umsókn skal skara framúr, um hon skal standa seg í kappingini við allar hinar. 

 

Her eru níggju góð ráð, hvussu tú skrivar eina góða umsókn. 

 

 

1. punkt

Skriva stutt og beinrakið.

 

Onki er so keðiligt sum at fáa ein bunka av pappírum, ið ikki tykist fáa ein enda, ella ein langan tekst uttan reglubrot. Best er, um tú klárar at halda teg undir 2-3 síður. 

 

2. punkt

Ver siðbundin.

 

Tess meira tú roynir at skara framúr, tess størri er vansin, at tað kiksar. Tú veitst ikki, hvat persónurin, ið lesur tína umsókn, dámar og ikki. Brúka tí ein standard form, so umsóknin er løtt at lesa.

 

3. punkt

Skriva um tað, ið er viðkomandi fyri umsóknina.

 

Um títt núverandi arbeiði (ella onnur, tú hevur havt) gevur tær viðkomandi royndir, so skal tað koma týðiliga fram ovarlaga í umsóknini. Um títt núverandi arbeiði (ella onnur, tú hevur havt) ikki er viðkomandi fyri arbeiðið, tú søkir um, so skalt tú leggja dent á teir førleikar, ið tú hevur. Hesir førleikar skulu koma týðiliga fram ovarlaga í umsóknini.

 

4. punkt

Arbeiðsgevarin skal ikki kreppa tær.

 

Ikki brúka háfloygd orð ella undirskilt mál. Brúka lætt og skilligt mál. Tað er eisini týdningarmikið at rættlesa umsóknina. Ein umsókn við fleiri stavi- og bendingarvillum verður tveitt í ruskspannina. 

 

5. punkt

Legg dent á serlig orð.

 

Ein arbeiðsgevari leitar ofta eftir serligum orðum t.d. førleikum, arbeiðsroyndum ella útbúgving. Hesi orð hava stóran týdning, um arbeiðsgevarin skal velja teg at koma til samrøðu. Legg dent á lyklaorð við effektum í forritinum t.d. við feitum, í kursiv, við øðrum stavsniði ella í punktformi. Nýt hugflog!

 

6. punkt

Skapa samband.

 

Fá ymisk viðmælisbrøv, sum eru viðkomandi fyri arbeiði. Nevn eisini tiltøk, tú hevur verið við til, har tú hevur skapað samband við onnur fólk í vinnulívinum. Hetta vísir einum møguligum arbeiðsgevara, at tú hevur nøkur mál og ert aktiv/ur í vinnuni.

 

7. punkt

Ver áhugaverd/ur.

 

Hevur tú selt teg sjálva/n við tínum fakliga trúðvirði í fyrstu fimm sekundunum, so kanst tú í stuttum nevna annað, ið tú hevur gjørt uttan fyri arbeiðið t.d. ymiskt hjálpararbeiði. Men ansa eftir at avmarka teg, tá tú nevnir okkurt um títt persónliga lív.

 

8. punkt

Vís á persónliga menning.

 

Tað er týdningarmikið at vísa á persónliga menning og tínar bleytu síður. Eitt er at hava fakligar førleikar, men tað er eisini týdningarmikið at duga at samstarva við onnur starvsfólk og at umgangast kundar. Vís á dømir, har tú hevur gjørt persónlig framstig.

 

9. punkt

Tíðin er farin.

 

Arbeiðsgevarin hevur lisið tína umsókn og vil hava fatur á tær. Skriva greitt, hvussu og hvar arbeiðsgevarin kann fáa fatur á tær: navn, bústað, telefonnumar, teldupost-adressu o.s.fr. (Ikki brúka eina kiksaða teldupost-adressu, sum tú stovnaði tær, tá tú vart 13 ár). Vísir arbeiðgevari áhuga fyri umsóknini, svara so skjótt aftur.



Les eisini: Hvess tær pennin
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.