- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvess tær pennin
Ert tú tann, sum altíð fær 7 fyri stílarnar og ikki ordiliga veit, hvat tú skal gera betur? Ella ert tú ein, sum droymir um at skriva langar, vakrar og stuttligar greinar? Ella vilt tú kanska læra at skriva eina góða talu? Her eru nøkur ráð til, hvussu tú kanst gera tekstin greiðan, flótandi og fangandi.
- Ein góð byrjan
Byrjanin er tann, sum skal fanga lesaran. Tað er í byrjanini, at lesarin metir um, um hann ella hon tímir at lesa víðari. Ofta er gott at byrja við eini søgu, einum sitati ella nøkrum spurningum. Snilt er at venda aftur til byrjanina í endanum á tekstinum, soleiðis at teksturin fær eina ’rammu’.
- Droppa fakorð
Ofta royna vit at gera tekstin so ræðuliga fínan við longum og torførum orðum (sum vit kanska ikki sjálvi kenna). Um tú ikki beinleiðis skalt brúka fakorðini til nakað ávíst, so skal tú droppa tey. Fólk flest orka ikki fyri longum og torførum orðum, tí tey tyngja tekstin.
- Droppa passiv
Munurin á einum passivum og aktivum setningi er: ”Maðurin verður dripin av konu síni” (passivur) og ”Konan depur mannin hjá sær” (aktivur). Við aktivum sagnorðum gerst teksturin meira livandi og tiltalandi.
- Stutt og greitt
Um tú ivast millum tvey orð, vel so altíð stytra orðið. Ikki skriva ov langar setningar, tí ein setningaheild (millum tvey punktum) eigur í miðal at vera millum 15-25 orð.
- Variera málið
Variera setningslongdina soleiðis, at allir setningarnir ikki eru til dømis 17 orð, men har onkur er 5 orð og ein annar er 24 orð, tí hetta ger tekstin dynamiskan. Variera eisini setningsuppbygnaðin soleiðis, at allir setningar ikki byrja við grundliðinum (t.d. ”Eg haldi…”).
- Ger tekstin samanhangandi
Ofta er eingin samanhangur ímillum brotini í tekstinum. Fyri at skapa samanhang kanst tú nýta ein metatekst, sum er ein tekstur/setningur um tekstin, sum til dømis: ”Her hava vit sæð, hvat X er, nú fara vit at hyggja eftir, hvat Y er”.
- Vel ein persón at skriva til
Teksturin verður meira greiður, um tú í tonkunum skrivar til ein, tú kennir. Um tú til dømis velur at skriva til vinmannin, ja, so verður teksturin av sær sjálvum so greiður, at viðkomandi skilur hann. Um tú ikki hevur nakran ávísan móttakara, so kann teksturin lætt gerast ov fløktur og ógreiður.
- Show, don’t tell
Ístaðin fyri at siga: ”Tey vóru sera fátøk”, sig so heldur: ”Hann hongdi jakkan á rustaða seymin í gongini”. Her fært tú drigið lesaran við inn í tekstin og noyðir viðkomandi at tulka tekstin.
- Stílbrigdi
Ger tekstin vakrari og meira spennandi við myndamáli og samanberingum og brúka endiliga stavrím, rytmu og smáar endurtøkur. Hetta ger tekstin meira livandi.
- Tøl
Øll tøl undir 10 skulu stavast, sum til dømis: eitt, tvey og trý. Tøl frá 10 og uppeftir skulu skrivast sum tøl, sum til dømis 10.
- Tú kanst væl…
Tú kanst væl nýta dan’ismur og onnur fremmandaorð, ger tað bara við máta.
Tú kanst væl skriva ’mann’, royn bara at variera tað millum ’ein’ og ’tú’.
Tú kanst væl vera ironiskur og frekur, men tó ikki stoyta lesaran frá tær.
Og tú kanst væl byrja ein setning við ’Og’, ger tað bara ikki ov ofta, og tað skal hava eitt endamál, um tú gert tað.
- Les tekstin hart
Mann plagar at siga, at um setningurin ikki liggur væl í munninum, ja, so skal tú broyta ella droppa setningin. Tað skrivliga málið skal líkjast tí munnliga, tí teksturin verður tá meira flótandi og lættari fyri lesaran at lesa. Harumframt fært tú eyga á nógvar stavivillur, tá ið tú lesur tekstin hart.
So les tekstin hart, og les hann ofta, so verður hann ikki so turrisligur, sum tekstir ofta kunnu blíva.
- Niðurstøðan
Trupulleikin við nógvum niðurstøðum er, at tær bara siga tað, sum tú longu hevur sagt, t.v.s. at tær bara eru ein long endurtøka. Og vit orka ikki fyri endurtøkum. Niðurstøðan eigur at vera ein heilt stuttur samandráttur av tí mest umráðandi, tú hevur skrivað, og so eigur tú at seta hetta í eina størri heild: Venda tekstin út í móti heiminum.
Og síðst, men ikki minst:
Les, les, les og skriva, les og skriva!
Nógv halda, at tað at duga at skriva bara kemur av sær sjálvum, og tískil eru nógv sum kasta seg út í at skriva, uttan at tey nakrantíð hava opnað eina bók. Um tú ongantíð hevur lisið (fagurbókmentir o.a.), ja, so dugir tú heldur ikki væl at skriva. Jú, meira tú lesur, jú betri verður teksturin, tú skrivar.
Haraftrat eru eisini fleiri, sum bara skriva tekstin hjá sær eina ferð. Ein tekstur skal skrivast fleiri ferðir: ”Writing is rewriting” – skriving er endurskriving. Teksturin, tú skrivar, er sum ein skógvur, ið skal gangast til.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |