Kvinnan í løgmansstólinum

08.03.2015 - 14:25
Lívsstílur
Kvinnan í løgmansstólinum
Jógvan Arge hitti Maritu Petersen í 1994, tá hon sum fyrsta kvinnan í løgmansstólinum hevði verið løgmaður í eitt ár

Nú kvinnudagur er, sendir útvarpið eina samrøðu, sum Jógvan Arge gjørdi við Maritu Petersen, tá hon í januar 1994 hevði verið løgmaður í eitt ár.

Marita Petersen varð fødd í Vági í 1940. Var útbúgvin lærari, formaður í Føroya Lærarafelag og vald á løgting í 1988 fyri javnaðarflokkin. Hon var landsstýriskvinna í mentamálum frá 1990 til januar 1993.

Tá tók hon við sum løgmaður í eini svárari tíð í Føroyum við nógvum og torførum samráðingum við donsku stjórnina um at bjarga Føroyum burtur úr aftur fíggjarligum húsagangi. Marita sat sum løgmaður í sløk tvey ár. Hon fór tá í løgtingið sum løgtingsformaður.

Í 1998 gavst hon í politikki. Hon andaðist í august 2001 bert 60 ára gomul. Jógvan Arge hitti hana, tá hon hevði verið løgmaður í eitt ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162