Et ikki ov nógvar D-vitaminir

Et ikki ov nógvar D-vitaminir
Ov nógv D-vitamin økir vandan fyri hjartatilburði ella blóðtøppi í hjartanum, vísir kanning
 
11.03.2015 - 09:05

Granskarar ávara nú fólk ímóti at eta ov nógvar D-vitaminir.

Tey flestu okkara vita, at D-vitanmintrot kann hava sjúku við sær og í ávísum førum eisini økja vandan fyri deyða.

- Okkara kanningar vísa, at eitt ovara mark er fyri D-vitaminum, og at fólk ikki ókritiskt skulu taka D-vitaminir, um eingin grund er til tað. 

Hetta sigur Peter Schwartz, professari og yvirlækni á Institut for Klinisk Medicin við heimasíðuna hjá Danmarks Radio.

Úrslitið av granskingini er almannakunngjørt í tíðarritinum, Journal of Endo-crin-ology and Metabolism, sum er heimsins fremsta innan sítt øki.

250.000 danir kannaðir 

Granskarar hava kannað innihaldið av D-vitaminum í blóðinum hjá næstan 250.000 danskarum og síðani greinað, hví fólk í hesum sama bólki eru deyð.

- Hevur tú ov nógv D-vitamin í blóðinum, so veksur vandin tildømis fyri at fáa hjartatilburð ella blóðtøpp í hjartað. 

Øvut er heldur ikki gott, um tú manglar D-vitamin. Best tykist vera, um innihaldið liggur millum 50 og 70 nanomol fyri hvønn litur av blóði, sigur professarin við Danmarks Radio. 

Hesi seinastu árini hevur verið sera nógv tosað um D-vitaminir, og at sera mong okkara mangla D-vitaminir í kroppinum. 

Spyr læknan

Peter Schwartz, professari og granskarar hansara vóna, at nýggju granskingarúrslitini kunnu fáa frísk fólk at hugsa seg um, áðrenn tey glaðbeint keypa sær D-vitaminir.

- Um tú etur sunt og hevur góða heilsu, so er eingin grund til at eta D-vitaminir.  Ivast tú í, um tær tørvar D-vitaminir, so mæli eg til at tosa við læknan, sigur professarin.

Nýggju donsku granskingarúrslitini kunna lesast á press.endocrine.org

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647