Órímiligt at senda kommununum rokningina

Órímiligt at senda kommununum rokningina
Felagið TIGN heldur tað vera ábyrgdarleyst, at landið vil hava kommunurnar at gjalda fyri liðugt viðgjørd fólk
 
11.03.2015 - 09:23

Tað er órímiligt, at landið letur kommunurnar rokningina fyri røkt av eldri fólkum, sum liggja á sjúkrahúsi, tí einki røktarpláss er tøkt.

Tað sigur felagið TIGN, sum hart ímóti ætlanin hjá Karstenu Hansen, landsstýrismannin í heilsumálum.

Heilsumálaráðið arbeiðir í løtuni við einum lógaruppskoti, sum skal gera tað møguligt hjá landinum at senda kommununum rokningina fyri røkt av persónum, sum eru á sjúkrahúsi, tí pláss ikki er fyri teimum í eldrarøktini. 

Órímiligt

- Hetta er fullkomiliga órímiligt, tá hugsað verður um, at tað als ikki er nakað nýtt, at persónar liggja á sjúkrahúsi, tí teir ikki kunnu útskrivast. Hetta átti at verið ein partur av samráðingunum millum landið og kommununrar um yvirtøku av eldraøkinum, sigur felagið TIGN. 

Felagið heldur tað vera ábyrgdarleyst, at landið, nú minni enn tríggjar mánaðir eftir at kommunurnar yvirtóku røktina, vil hava kommunurnar at rinda rokningina. 

Megna ikki betri tilboð

TIGN heldur, at tað er einki, sum bendir á, at kommunurnar fara at megna eitt betri røktartilboð. Og tað ger ikki støðuna betri, at kommunurnar fáa fleiri uppgávur at umsita, uttan at neyðug játtan fylgir við, vísir felagið á.  

Men tað er fíggjarliga høpisleyst at røkta fólk á sjúkrahúsi, tí tað er nógv dýrari enn at røkta tey heima ella á røktarheimum. Støðan átti at verið loyst fyri langari tíð síðani, sigur felagið TIGN. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. mai
RagnarRokk: Mr.Lordi um Limited Deadition
192292
Fríggjadag 23. mai
Morgunlestur fríggjadagur 23.mai 2025
192149
Hósdag 22. mai
RagnarRokk 22.mai 2025
191036
Hósdag 22. mai
«Biðið, og tit skulu fáa»
192240
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138