- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvat, hvar og hví?
- Hvat lesur tú?
Eg lesi International Business, ella Altjóða Handil. Endamálið við útbúgvingini er at ogna sær eina grundleggjandi vitan um handilslívið á altjóða marknaðinum.
Útbúgvingin hevur eitt sera breitt pensum, sum fevnir um alt frá búskaparfrøði og handilsíðdnaði til ymiskleikan millum mentanir. Eisini snýr hon seg um kynstrið at motivera fólk.
Útbúgvingin er sostatt ein góð blanding av teimum faktorunum, sum ein avgjørt verður møttur við, tá ið mann kemur út í altjóða handilsumhvørvið.
2) Hvar lesur tú?
Eg lesi á Manchester Metropolitan University í Manchester, Onglandi. Manchester er ein deiligur býur. Tað flokkast umleið 350.000 lesandi til býin í lestrartíð, og hetta setur sín dám á gerandisdagin.
Eg valdi upprunaliga at lesa uttanfyri danska kongaríkið, tí eg vildi ikki vera ein annar føroyingur á Oyrasundi (alt gott um teir). Eisin hava bæði systkini lisið í Ongandi, og onkusvegna føldi eg meg mentanarliga nærri knýttan at bretum enn at dønum.
3) Hví valdi tú júst hetta?
Eg valdi at lesa altjóða handil, tí at eg altíð havi ímyndað mær eitt arbeiðsumhvørvi uttan fyri Kongaríkið, og tí at útbúgvingin sjálv leggur upp til, at ein ferðast víða kring heimin í handilsørindum.
Eisini havi eg altíð verið drigin at ævintýri og tí ókenda. Tí helt eg beinanvegin, at hetta var nakað, sum eg kundi arbeiða við í framtíðini.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |