Vís mær títt lestrarlív – Heri Arge, Ongland

Vís mær títt lestrarlív – Heri Arge, Ongland
Heri Arge vísir okkum sítt lestrarlív í Onglandi
04.05.2015 - 09:00

Röddin setur fokus á lestrarlívið. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.

 

Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.

 

Heri Arge – Manchester, Ongland

 

Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív, er 22 ára gamli Heri Arge, sum lesur í Manchester í Onglandi.

 

Heri lesur International Business á Manchester Metropolitan University, sum liggur í Manchester.

 

Les meira um Manchester Metropolitan University her

 

3 ráð frá Hera

 

1. Búgv tætt við skúlan ella mitt í býnum

2. Outsource'a fullmaktina til SU & SKATT til fólk, sum hava skil fyri tí.

3. Fá staðfest, hvar ølinar eru bíligast beinavegin!

 

 

Röddin hevur biðið Hera um at taka myndir av sínum skúla, undirvísingarhøli, kantinu og bústaði.

 

 

Skúlin

 

Skúlin er nýggjur. Bleiv tikin í brúk í 2012. Á myndini síggja vit høvðusinngongdina.

 

 

Hetta er útsýnið frá einum av skúlastovunum hjá mær. Á niðastu hædd er kantinan.

 

 

Undirvísingarhøli

 

Eitt av fleiri lecture halls, sum rúma umleið 200 næmingum. Allir fyrilestrarnir verða hildnir her.

 

 

- Ein vanlig skúlastova har vit hava tutorials í smærri bólkum.

 

 

Kantinan

 

Kantinan er stór og er býtt í tríggjar partar av skúlanum.

 

 

Heima

 

- Brumman hjá mær. Eitt fitt kamar á lokala kolleginum hjá skúlanum. Kollegie er bygt sum íbúðir við fýra kømrum í hvørjari.

 

 

Felgasrúmið í íbúðini.

 

 

 

Röddin ynskir Hera góða eydnu við útbúgvingini.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.