Minnilutin vil hava svarið til hoyringar

25.03.2015 - 13:18
InnlendisSamfelag
Minnilutin vil hava svarið til hoyringar
Kommunala eftirlitið hevur reinsað borgarstjóran og meirilutan í Sands kommunu, men minnilutin er ikki nøgdur

Minnilutin í kommunustýrinum á Sandi undrast á, at hann ikki fekk høvi at gera viðmerkingar til svarið frá borgarstjóranum í kæruni um starvssetanir í kommununi.

Minnilutin hevur tí vent sær til Almannamálaráðið og kommunala eftirlitið, sum í løtuni kannar málið.

Útvarpið royndi yrrapartin at fáa eina viðmerking frá Hilmari Høgenni, deildarstjóra á kommunudeildini í Almannamálaráðnum, men tað hevur ikki eydnast.

 

Mynd: Páll á Reynatúgvu er ein av kommunustýrislimunum á Sandi, sum er í minnilutanum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360