- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vís mær títt lestrarlív - Durita Sumberg Poulsen, Danmark
Röddin setur í løtuni fokus á lestrarlívið, nú tíðin nærkast, har freistirnar til at søkja inn á skúlar eru av. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.
Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.
Durita Sumberg Poulsen – Århus, Danmark
Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív, er 23 ára gamla Durita Sumberg Poulsen, sum lesur í Århus í Danmark
Durita lesur dramaturgi á 4. lestrarhálvu á Århus Universitet, sum liggur í Århus.
Les meira um Århus Universitet her.
3 ráð frá Duritu
1. Kom til øll tiltøkini, sum skúlin skipar fyri (rusuge, kapsejlads, danmarks stórsta fríggjadagsbar)
2. Keyp tær eina súkklu beinanveg!! Århus er ein súkklubýur, og øll súkkla!
3. Far út og hygg, hvat býurin kann! Århus er ein stórur mentanarbýur og hevur so nógv at bjóða. Í septembur er Aarhus festuge, og tá er tónleikur á gøtuni og mangt annað. So sit ikki inni í tínari íbúð, far út!
Röddin hevur biðið Duritu um at taka myndir av sínum skúla, undirvísingarhøli, kantinu og bústaði.
Skúlin
Í Århus er alt universitetið samlað sum eitt stórt campus - skúlin er ikki spjaddur um allan býin
Uniparkin, sum verður nógv brúkt, tá veðrið er til tað. Her verður stórsta fríggjadagsbar í Danmark hildin.
Undirvísingarhøli
Fyrilestrarsalur í Nobelparkini
Kantinan
Kantinan í Nobelparkini
Heima
Kollegium, sum hoyrir til skúlan - her skal mann søkja í góðari tíð, um mann vil hava pláss
Röddin ynskir Duritu góða eydnu við útbúgvingini
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |