Vís mær títt lestrarlív - Jóni Brandsson Christiansen, Danmark

Vís mær títt lestrarlív - Jóni Brandsson Christiansen, Danmark
Jóni Brandsson Christiansen vísir okkum sítt lestrarlív í Danmark
07.04.2015 - 12:00

Röddin setur fokus á lestrarlívið. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.

 

Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.

 

 

 

 

Jóni Brandsson Christiansen – Ålborg, Danmark

 

 

Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív, er 23 ára gamli Jóni Brandsson Christiansen, sum lesur í Ålborg í Danmark.

 

Jóni lesur ítrótt á Ålborg Universitet, sum liggur í Ålborg.

 

Les meira um Ålborg Universitet her.

 

3 ráð frá Jóna

 

1. Aalborg Universitet leggur stóran dent á bólkaarbeiði. Hvørt semestur skriva vit eitt bachelor-líknandi projekt í bólkum og eru eisini til bólkaroynd í fleiri fakum. So mann skal vera til reiðar at brúka nógvar tímar í bólkarúmum.

 

2. Fá tær boligstøtte skjótast gjørligt (hóast tað kann vera nakað roks at útfylla), har ber til at spara nakrar krónur um mánaðin.

 

3. Súkklan hevur verið mær ógvuliga kærkomin. Eg vil viðmæla at keypa súkklu beinanvegin, so mann ikki er bundin at nakrari flutningsskipan.

 

 

Röddin hevur biðið Jóna um at taka myndir av sínum skúla, undirvísingarhøli, kantinu og bústaði.

 

Skúlin

 

Uttan fyri teoretiska undirvísingarhølið

 

Uttan fyri praktiska undirvísingarhølið

 

Praktiska undirvísingin heldur til á einum niðurløgdum orkuverki, sum er gjørt um til eitt mentanarhús.

 

 

Undirvísingarhøli

 

Teoretiska undirvísingarhølið 

 

Undirvísingin hjá okkum fyrigongur ymsastaðni inni í býnum, mótsætt meginpartinum av teimum lesandi, ið eru á campus í uttara partinum av býnum.

 

Praktiska undirvísingarhølið

 

Jóni lesur ítrótt og brúkar tí stóran part av undirvísingini í eini høll

 

Kantinan

 

 

Heima

 

 

 

 

Röddin ynskir Jóna góða eydnu við útbúgvingini

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.