Gestamiksið: ÜBERNÖRD - Say It Loud!

Gestamiksið: ÜBERNÖRD - Say It Loud!
Gestamiksið hesa ferð eigur Knút Háberg Eysturstein
11.04.2015 - 00:45

Gestamiksið hesa ferð hevur Knút Háberg Eysturstein, kendur sum ÜBERNÖRD, gjørt. Hann greiðir soleiðis frá um miksið.

 

- Seinastu tíðina eru tvinnar plátur komnar út, ið skriva seg inn í eina ávísa siðvenju innan samfelagsrevsandi afrikanskt-amerikanskan tónleik: Black Messiah hjá D’Angelo and The Vanguard og To Pimp A Butterfly hjá Kendrick Lamar.

 

- Báðar pláturnar eru á tremur við tónleikaligum yvirskoti og kunnu á ein hátt fatast sum ljóðið á gøtuni: tónlistarligar greiningar av, hvussu tað kennist at vera svartur í dagsins USA, har sosialur ójavni, rasisma og mismunur enn gera seg galdandi.

 

- Talan er um ein afturvendandi tátt í amerikonskum tónleiki síðani “civil rights movement” í 60’unum. Eg eri bæði tónleikaliga og søguliga hugtikin av hesum viðurskiftum og havi tí gjørt hetta gestamiksið burtur úr viðkomandi tónleiki frá umrødda tíðarskeiðnum við støði í teimum báðum D’Angelo og Lamar.

(Takk til Erik Steinskog, lektara í tónleikavísindi, fyri íblástur).

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.