- Tíðindi, mentan og ítróttur
RøddinLive: Orðblindi
- Eg var ræðuliga nervøs fyri, at lærarin peikaði meg út til at lesa hart í flokkinum. Um lærarin peikaði meg út, kendi eg á mær, hvussu reyð eg bleiv. Eg fekk eisini ilt í búkin. Soleiðis havi eg tað enn í Hoydølum.
Hetta sigur Bjørt Hentze Magnussen, ið gongur í 3.s í Hoydølum og er orðblind.
Í sendingini práta vit við Bjørt Hentze Magnussen og Armgarð Mortensen, um hvussu tað er at vera orðblindur. Tær báðar vóru ávíkavist komnar í 8. flokk og 1.s, tá tær fingu staðfest orðblindi.
Les eisini: At liva við orðblindi
Eisini práta vit við Anniku Marr Poulsen og Maybritt við Strond, sum greiða nærri frá, hvat orðblindi er, og hvussu orðblind kunnu fáa hjálp.
Hoyr RøddinLive í morgin kl. 19.00!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |