At liva við orðblindni

Egin mynd
At liva við orðblindni
- Tá ið eg siti við einum torførum teksti, er tað sera freistandi at geva upp og leggja alt frá mær.” Soleiðis sigur Bjørt Hentze Magnussen, ið er 19 ár og gongur í 3. s í Hoydølum. Bjørt er orðblind, og hetta merkir stutt og greitt, at hon hevur torført við at lesa, skriva og við at skilja tað, ið hon lesur.
24.11.2014 - 08:30

Skrivað hevur: Hildur Egilsdóttir

 

Orðblindni er eitt sera vítt hugtak. Mann kann vera lætt orðblindur, miðal orðblindur, svert orðblindur o.s.fr., men í stuttum merkir tað, at mann hevur torført við at lesa, skriva og við at skilja tað, ið mann lesur.

 

- Nei nei, Bjørt klárar seg ordiliga væl

- Mamma hevði leingi varhugan av, at eg var orðblind, tí eg hevði torført við at lesa og at skriva. Hon spurdi lærararnar, um teir eisini høvdu lagt tað til merkis, men svarið hjá teimum var bara: ,,Nei nei, Bjørt klárar seg ordiliga væl.”

 

Men soleiðis var ikki. Fyri fyrireikaðar fyrisagnir fekk Bjørt vanliga 9 og heilt upp til 11, men tá ið hon skuldi skriva ófyrireikaða fyrisøgn, varð úrslitið øðrvísi. Tá lá karakterurin heilt niðri á 5 og 6. Hetta ørkymlaði foreldur Bjørt, og tí fekk pápi hennara ein dana at kanna hana. Soleiðis fekk Bjørt, sum tá gekk í 8. flokki, staðfest orðblindni.

 

- Tað kom í roynd og veru ikki sum eitt sjokk, men heldur sum ein lætti. Vit hava altíð verið opin um tað heima hjá okkum, og harafturat eru Pabba og beiggi mín eisini orðblindir. Tí fall tað mær lætt at siga fyri øðrum, sum var, soleiðis at eingin fekk fatan av, at eg var ein dovin ella ódugnaligur næmingur, og hetta var sera týdningarmikið fyri meg. Lærararnir og skúlin tóku atlit til mín í størsta mun, sum til bar.

 

 - Eg hati tankan um, at eg ikki fari at skilja nógv av tí

Fyri orðblind er tað vanliga trupult at lesa og skriva, men fyri Bjørt er tað helst lesingin, sum er trupulleikin. Onkuntíð hevur Bjørt verið flóv av sínum orðblindni, t.d. tá ið hon hevur skulað lisið okkurt upp í skúlanum, sum hon hevur lisið púrasta skeivt. Tí vil hon helst hava, at fólk kenna til støðu hennara, soleiðis at tey kunnu taka hædd fyri tí og vita, at hon ikki er “býtt”.

 

- Tá ið eg siti við einum torførum teksti, er tað sera freistandi at geva upp og leggja alt frá mær. Nú skal eg eisini skjótt undir víðari lesnað, og tað er sjálvandi á einum nógv hægri støði, enn ein miðnámsútbúgving er. Harafturat verður teksturin eisini á donskum ella á enskum fakmáli, og eg hati tankan um, at eg ikki fari at skilja nógv av tí. Hetta er eisini ein orsøk til, at eg ikki veit, hvat eg ætli mær at verða.

 

Havi valt at ikki geva upp

Bjørt hevur altíð fingið sera góða hjálp frá foreldrum sínum. Tá hon skuldi lesa til roynd, las mamman alt pensumið inn á eina fløgu. Á tann hátt kundi Bjørt repitera við at hoyra og fylgja við.

 

- Tað er sera torført til tíðir. Sum sagt er tilfarið ofta trupult at lesa, og tá siti eg sum kánus, og tá er gott at fáa hjálp frá teimum rundan um meg. Eisini havi eg góðar floksfelagar, sum altíð eru klárir at hjálpa, um eg havi tørv á tí. Eg fór oman í Hoydalar við tí í sinni, at eg skuldi hava eitt gott prógv, tá ið eg endi. Eg havi valt ikki at geva upp, sigur Bjørt at enda.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.