- Betri við gjøgnumskygni í valstríðnum

- Betri við gjøgnumskygni í valstríðnum
Fólkaræðið og politiska trúvirðið fær tað betri við gjøgnumskygni og opinleika í valstríðnum, heldur Eivin Jacobsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin
Eivin Jacobsen, tingmaður, spyr, hvat endamálið er við privatum fíggarligum stuðli til flokkar og valevni tá valstríð er
 
27.04.2015 - 09:34

- At privatur stuðul onkursvegna er í valstríði í framtíðini er eingin ivi um, skrivar løgtingsmaðurin í grein á heimasíðuni hjá Sambandsflokkinum.

Eivin Jacobsen spyr, hvat endamálið er við privatum fíggarligum stuðli til flokkar og valevni. Er tað við persónligum og vinnuligum áhugamálum í huga at ávirka politisku skipanina, spyr tingmaðurin.

Samtyktu at hækka játtanina

Í desember í fjør samtykti Løgtingið einmælt at hækka játtina til politiska upplýsing við einari millión krónum. Hetta varð gjørt fyri at tryggja og menna fólkaræðið.

Grundgevingarnar vóru millum annað, sigur Eivin Jacobsen, at valevni skulu ikki halda seg aftur at stilla upp av fíggjarligum ávum.

Tað er millum annað við hesum í huga, at tingmaðurin, Eivin Jacobsen, nú reisir spurningin um fíggarligan stuðul í politisku skipanini.

Uppskot hjá andstøðuni fall

Andstøðan legði seinasta heyst fram uppskot á løgtingi um stuðul til flokkar og valevni. Andstøðan metti tað vera rætt, at flokkar upplýsa, hvaðani stuðulin til politiska virksemi stavar, tá stuðulin fer upp um eina ávísa peningaupphædd.

Andstøðan heldur, at stuðul skal gevast upp í roknskapinum hjá flokkunum, so almenningurin kann fáa innlit í, hvør stuðlar hvørjum fíggarliga. Men uppskotið hjá andstøðuni fall.

Eivin Jacobsen vísir á, at tað er ikki líka lætt hjá øllum at verða hoyrd í almenna rúminum, serliga ikki hjá teimum, sum trína á politiska pallin á fyrsta sinni. Tí reisir tingmaðurin spurningin um fíggjarligan stuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742