Innsavningin "meðan vit bíða" endar leygarkvøldið

30.04.2015 - 10:48
Lívsstílur
Innsavningin "meðan vit bíða" endar leygarkvøldið
Samfelagið viðurkennur, at vit hava ein trupulleika við fátækraváða, sigur Barbara Holm, stigtakari, sum er spent at avdúka úrslitið leygarkvøldið

Átakið, meðan vit bíða, sum er eitt samstarv millum miðlahúsið og felagskapin, í menniskjum góður tokkki, sum hevur til endamál at savna pening inn til føroysk børn í fátækraváða, endar við einum brakið leygarkvøldið har endaliga úrslitið av innsavningini fyri hesar 3 vikurnar verður avdúkað. 

Barbara Holm, stigtakari, fegnast um hvussu fólk hava tikið í móti átakinum. Hon heldur at tað tykist, sum at politiski pallurin av álvara arbeiðir við trupulleikanum somuleiðis sum føroyingar gera sítt til at basa trupulleikanum.

Barbara Holm greiddi í morgun frá hvussu tað gongur við "meðan vit bíða" og frá tiltakinum, sum verður karmur um endabrestin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið kl 19.00

Hoyr samrøðuna omanfyri

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444