Starvsvenjing í Kringvarpinum – triði og seinasti partur

Starvsvenjing í Kringvarpinum – triði og seinasti partur
Mín seinasti dagur í starvsvenjingini var eitt sindur øðrvísi enn vanligt
04.05.2015 - 11:15

Skrivað hevur: Diana Mouritsen, starvsnæmingur í Kringvarpinum. Diana er 17 ára gomul, úr Hvalvík og gongur á NámX í Eysturskúlanum í Tórshavn.

 

Uttanfyri skínur sólin oman og niðan. Fuglarnir láta, og børnini spæla uttanfyri í skúlagarðinum. Kamarsvindeygað stendur opið, og uttanfyri hoyri eg tey vælkendu biib, biib, biib ljóðini, sum gera mær greitt, at tað verður arbeitt uttan fyri skúlan. 

 

Eg fari oman trappurnar og hugsi við mær sjálvari, at eg má lata meg væl í, tí eg eri eitt sindur forkølað. Til vinstru á tí hvítu knakarekkjuni hongur tann blái jakkin, og á gólvinum standa teir korkalittu Adidas skógvarnir.

 

Eg taki lykilin úr lyklaskápinum. Síðani seti eg hann í hurðina, klamsi hana aftur og læsi. Eg koyri lykilin í lumman og byrji so at spáka oman gjøgnum bøin, eftir gøtuni og síðani eftir tí svørtu brúnni. 

 

Komin yvir um hana haldi eg fram á gøtuni hinumegin og lati síðani tað ómálaða portrið aftur. Komin oman á vegin síggi eg tvey smálomb, sum spæla sær. Annað er svart, og hitt er svart og hvítt. Eg gangi fram við dagstovninum og skúlanum og fari síðani til vinstru. 


Tankarnir reika
Ímeðan eg gangi, reika tankar mínir til starvsvenjingina, sum eg var í Kringvarpinum fyri nøkrum døgum síðani. Starvsvenjingin gekk alt ov skjótt. 1,2,3 so var hon liðug. Tað vóru nakrir góðir og læruríkir dagar. Eg upplivdi meira, enn eg hevði torað at droymt um. 

 

Frá fyrsti degi føldi eg meg vælkomna. Tey vóru øll sera blíð og altíð klár við eini hjálpandi hond, tá eg hevði tørv á tí. Eg slapp við til Kambsdalar, 100 ára føðingardag í Klaksvík, síggja samrøðu úti í Tinganesi o.s.fr. Eg slapp eisini at gera míni egnu innsløg til Dagur &Viku. 

 

Tað seinast nevnda, er tað, sum eg haldi meg hava lært mest av. Har skuldi eg gera næstan alt sjálv. Eg skuldi sjálv finna tey, sum eg skuldi tosa við, gera spurningar o.s.fr. Men okay, eg má viðganga, at eg fekk eitt sindur av hjálp. 

 

Tað ljóðar kanska eitt sindur løgið, men tað var sera stuttligt at síggja, at tað, sum eg hevði gjørt, bleiv víst í Degi & Viku. Onkursvegna kendi eg meg sum eitt veruligt tíðindafólk í júst tí løtuni. Tá bleiv eg vís í, at hatta var tað, sum eg veruliga vil gera!

 

Tað, sum eg haldi var truplast, tað var at ringja til fólk og spyrja, um tey tímdu at vera við. Tá skuldi eg veruliga fara út um míni egnu mørk. Tá segði ein við meg, at tá eg hevði gjørt tað nakrar ferðir, so var tað ikki so trupult longur. 


Mín seinasti dagur 
Mín seinasti dagur í starvsvenjingini var eitt sindur øðrvísi. Eg møtti eitt sindur seinni, og eitt sindur áðrenn kl.19.00 fóru vit í studio´ið, har Dagur & Vika verður tikin upp. Tá fekk eg høvi til at síggja, hvussu tað veruliga gongur fyri seg. 

 

Fyrst var eg og hugdi inni í sjálvum studio´num, sum var nógv minni, enn eg hevði væntað. Síðani fóru vit út í kontrolrúmið, har eg sat, ímeðan Dagur & Vika og Gekkurin blivu send út til alt Føroya fólk. 

 

Áðrenn eg veit av, havi eg hugleitt allan túrin burtur. Eg traðki inn um og seti meg síðani niður á tann svarta og hvíta stólin. “Diana kom bara og set teg á hendan stólin” sigur tann vinarliga hárfríðkanarkonan. Síðani heingi eg jakkan upp á knakarrekkjuna og seti meg í stólin. 

 

Tá eg eri liðug, lati eg meg í aftur og lati hurðina aftur. Komin út um, kann eg ikki lata vera við at droyma um, tá eg vónandi eina ferð fari at arbeiða sum tíðindafólk. Starvsvenjingin í Kringvarpinum hevur veruliga kveikt mín áhuga fyri journalistikki, og eg eri sera takksom fyri tíðina, ið eg fekk har. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.