Freistin at melda seg til Sement er á midnátt

Sement búmerki 2015
Freistin at melda seg til Sement er á midnátt
Til tykkara, ið umhugsa at melda tykkum til Sement - skundið tykkum
13.05.2015 - 13:30

Aftur í ár verður tónleikakappingin Sement. Sement er ein kapping fyri einstaklingar og bólkar, ið ikki hava útgivið nakað fyrr. Tað er Margarinfabrikkin, ið skipar fyri kappingini. Seinastu árini hevur Perlan verið karmur um tiltakið, men í ár er Sement flutt yvir í Reinsaríið.

 

Treytir fyri at melda seg til

 

Bólkurin ella einstaklingurin skal ikki hava givið nakað út áður. Allar sjangrur eru vælkomnar, og hvør luttakari fær 15 minuttir á pallinum. Í minsta lagi 2 egin løg skulu framførast.

 

Tilmelding fer fram her. Seinasta freist at melda seg til er í kvøld klokkan 00.00.

 

Innleiðandi umførini verða hetta vikuskiftið, fríggja- og leygarkvøldið, 15. - 16. mai. Tey, ið koma víðari, hittast aftur í finaluni, sum verður 23 mai.

 

Í fjør vunnu Lyon & the Colourstorm kappingina. Teir vunnu eisini eykavinningin, har G! festivalurin valdi ein bólk, sum slapp at framføra á G! festivalinum síðsta summar. 

 

Røddin verður til staðar til tiltakið, fylgið við á síðuni! 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.