Filmslega fyri ung filmslistafólk

screentalent.eu/faroese-tales
Filmslega fyri ung filmslistafólk
Ung úr Norðurlondum koma at samstarva um at gera dokumentarfilmar á nýggjari filmslegu
14.05.2015 - 11:30

Filmslegan, Faroese Tales, fyri ung filmslistafólk í aldrinum 18-30 ár verður í Føroyum í døgunum 8-30. juli. Tað koma ung úr Føroyum, Svøríki, Norra, Týsklandi, Danmark og Írlandi til hesa filmslegu. Talan er um at gera seks dokumentarfilmar um "Faroese Tales". Filmarnir koma at snúgva seg um Føroyar og ganga fyri seg her. Tað er Århus Filmsværksted í tøttum samstarvi við Klippfisk, G festivalin og Screen Talent Europe, sum skipar fyri leguni.

 

Endamálið er at skapa altjóða samstørv

Sóknast verður eftir leikstjórum, framleiðarum og klipparum til leguna. Undirvísing verður at fáa, og so verður eisini farið í holt við at gera góðar, innihaldsríkar og flottar dokumentarfilmar.

 

- Endamálið er at filmslistafólk koma til eitt stað, har tað eru sterkar søgur, og tað eru tað í Føroyum. So finna tey hvønn annan og framleiða hesar seks dokumentarfilmar. Úr hesum koma vónandi nakrir góðir dokumentarfilmar um Føroyar og eisini nøkur altjóða samstørv. Tað er tí, vit gera hesa altjóða legu. Tað er fyri at fáa gjørt nøkur altjóða netverk, vinaløg og yrkissamstørv, sigur leiðarin á Århus Filmværksted, Morten Kaplers, í samrøðu við Rás2.

 

Hvat verður væntað av luttakarunum?

Tað verður væntað av luttakarunum, at tey hava fingist við at gera film áður, men reglurnar eru ikki eins strangar fyri okkum sum fyri útlendsku leikstjórarnar.

 

- Vit hava sagt við allar teir útlendsku leikstjórarnar, at teir skulu hava gjørt í minsta lagi tveir dokumentarfilmar áður, men vit síggja eitt sindur øðrvísi upp á tað við føroyingunum. Tí Føroyar eru nógv minni enn t.d Svøríki, har tað eru níggju milliónir fólk. Tí eru vit bert áhugað í, at tey, sum melda seg til, hava gjørt film fyrr á ein ella annan hátt, sigur Morten Kaplers við Rás2.

 

Filmarnir verða vístir á tiltøkum hjá Screen Talent Europe og sendir til filmfestivalar.

 

Freistin er 15. mai

Freistin at melda seg til leguna er í morgin 15. mai. Tilmeldingin fer fram digitalt á heimasíðuni hjá leguni Screen Talent Europe.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.