Nýggir skúlastjórar í Hvalba og Vági

Nýggir skúlastjórar í Hvalba og Vági
Størvini skulu setast 1. august, og umsóknarfreistin er 5. juni
Skúlin í Vági skal hava nýggjan stjóra
Mynd: vagur.fo  
 
20.05.2015 - 07:40

Tveir skúlar í Suðuroynni skulu hava nýggjan skúlastjóra.

Mentamálaráðið søkir eftir skúlastjóra til Hvalbiar skúla og til Vágs skúla. Størvini skulu setast 1.august, og umsóknarfreistin er til 5.juni.

Í Vágs skúla eru 196 næmingar í tíggju árgangum og 18 lærarar, í Hvalbiar skúla eru 82 næmingar í níggju árgangum og níggju lærarar.

Sambært heimasíðuni hjá Lærarafelagnum er Eydna Danielsen skúlastjóri í Hvalba og Óli í Hjøllum í Vági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360