Jens-Kjeld Jensen heiðursdoktari

21.05.2015 - 13:25
InnlendisSamfelag
Jens-Kjeld Jensen heiðursdoktari
Fróðskaparsetrið hevur tilnevnt tríggjar heiðursdoktarar. Hinir báðir eru Hanus Kamban og Petur Jacob Sigvardsen

Tað er ein heiður at verða tilnevndur sum heiðursdoktari.

Tað sigur Jens-Kjeld Jensen, sum var ein av trimum, sum vórðu tilnevndir heiðursdoktarar, tá Fróðskaparsetur Føroya í gjár hátíðarhelt 50 ára stovningardagin.

Men hann er enn ikki vísur í, hvat hann fer at nýta heiðurin til.

Hinir báðir, sum vórðu tilnevndir heiðursdoktarar, vóru Hanus Kamban og Petur Jacob Sigvardsen.

Hanus Kamban er kendur fyri sítt rithøvundavirksemi og fyri millum annað at hava granskað í Áarstovubrøurnar, Hans Andrias og Janus Djurhuus.

Og Petur Jacob Sigvardsen hevur skrivað fleiri søguligar bøkur, eitt nú søguna um torvskurð í Føroyum og Gjáar søgu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424