- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimleikur: Aðalroynd til stóru heimskappingina
Í morgin kokkan tólv byrjar upptaktin til føroyameistarakappinga (FM) í høllini á Hálsi í Havn. Tá eru nevniliga undankappingarnar á skránni.
Byrjað verður við pinkum og smágentum, síðani kappast gentur, kvinnuunglingar og kvinnur frá feløgunum: Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Støkk og Flog. Tilsamans eru 23 lið, ið skulu kappast um at koma víðari til finaluna sunnudagin. Fýra tey bestu liðini úr hvørjum bólki koma víðari til føroyameistarafinaluna, sum verður sunnudagin, har stigini frá innleiðandi kapping fylgja við til FM. Út frá samanlagda úrslitinum verður FM vinnarin funnin.
Føroya størsta ítróttakapping síðani Oyggjaleikir
Í ár er føroyameistarakappingin øðrvísi. Hon kann takast sum ein aðalroynd av stóru heimsmeistarakappingini, sum veðrur komandi vikuskfitið. Heimsmeistarakappingin er størsta ítróttakapping í Føroyum síðan oyggjaleikir, sum vóru í Føroyum í 1989. Av tí at høllin á Hálsi ikki er nóg stór, er hon stásað upp við eyka áskoðaraplássum.
Ein partur av FM-kappingini verður sendur í kringvarpinum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |