- Tað gerst ein drívmegi, tá so nógvir føroyingar koma og stuðla

- Tað gerst ein drívmegi, tá so nógvir føroyingar koma og stuðla
17 ára gamla Marita Káradóttir Petersen hevur íðkað fimleik, síðani hon gekk í fyrsta flokki. Komandi vikuskiftið er hon ein teirra, ið fer at luttaka á heimabana til heimsmeistara kappingina
03.06.2015 - 12:30

Marita byrjaði at íðka breiddarafimleik í fyrsta flokki, men tað var ikki fyrr enn hon kom í triðja flokk, at hon byrjaði í kappingarliði.

 

At koma á kappingarlið er ikki bara bara. Um tú skalt sleppa á liðið, skalt tú til eitt slag av upptøkuroynd, har venjarar meta um, um tú ert før at koma á liðið.

 

- Kappingin er hørð, tí at nógvar av gentunum á okkara aldursbólki eru á sera høgum støði, og krøvini gerast strangari ár eftir ár, Men av tí sama gerast genturnar færri í úttøkunum, longur mann kemur í aldursbólkunum. So upp á tann mátan eru vit ikki so nógvar um at kappast um plássini. Men kappingin er sera hørð. sigur Marita

 

Les eisini: Aðalroynd til stóru heimskappingina

 

Marita venur fimleik upp til 5-6 ferðir um vikuna við liðnum Hulda. Harafturat venur hon eisini frælsan ítrótt, og hetta gerst ofta ein trupulleiki, av tí at venjingartíðirnar ofta renna saman.

 

- Eg má velja frælsan ítrótt frá, tí at fimleikur er ein so bindandi ítrottagrein.

 

 

Liðið Hulda.     Mynd: © Eyð Strøm

 

- Upplivi ikki so nógv av býarlívinum

Í øllum seriøsum ítrótti krevur, at umframt at møta upp venjingarnar, at tú eisini broytir tín lívsstíl. Tað er galdandi alt frá kosti, svøvni o.s.fr.

 

- Eg hugsi nógv um, hvat eg eti. Eg royni at eta við máta, soleiðis ov nógv ósunt ikki kemur niðurum. Eg kenni tað eisini lættari at venja, tá eg havi etið ein ordiligan døgurða áðrenn venjing.

 

Fimleikavenjingarnar eru strævnar og fara við nógvari tíð. Størsta avbjóðingin hjá Maritu er, at hon ikki fær alt at hanga saman.

 

- Eg havi lítið av tíð til vinfólk og familju, men eg royni so nógv, sum eg kann, at brúka tíðina upp á tey, tá eg ikki venji. Harafturat upplivi eg heldur ikki nógv av býarlívinum, men tað er eisini ein spurningur um raðfesting, sigur Marita.

 

 

- Samanhaldið er tað týdningarmesta

Hóast Marita ikki fær serliga góða tíð til at vera saman við familju og vinum, ið ikki venja, hevur samanhaldið á fimleikaliðnum stóran týdning fyri Maritu.

 

- Umframt samanhaldið dámar mær eisini, at eg avbjóði meg sjálva allatíðina. Serliga er tað mennandi, tá vit fara uttanlands og kappast, har eg kann fáa ein brellbita av høga støðinum, ið er í hinum londunum.

 

Leygardag klokkan 13:00 verður heimsmeistarakappingin skotin í gongd. Hetta er fyrstu ferð, at hon er í Føroyum. Marita heldur, at tað hevur fyrimun, at slík kapping verður hildin í Føroyum.

 

- Tað er eitt stórt pluss, at heimsmeistarakappingin verður í Føroyum. Tað er ein fyrimunir, tá so nógvir føroyingar koma og stuðla okkum. Tað er avgjørt ein drívmegi, sigur Marita at enda.

 

Mynd: © Eyð Strøm

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.