Miðnám á Kambsdali og HF-deildina søkja rektara

Miðnám á Kambsdali og HF-deildina søkja rektara
Í samanlagda miðnámsskúlanum á Kambsdali vera 630 mæmingar, 95 lærarar og onnur starvsfólk
 
04.06.2015 - 08:20

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur avgjørt, at Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy, Handilsskúlin á Kambsdali, sum nú er ein deild hjá Føroya Handilsskúla í Havn, og HF-deildin í Klaksvík skulu undir eina leiðslu næsta skúlaár, sum byrjar um minni enn tveir mánaðir.

Miðnámsskúlin á Kambsdali verður í løtuni útbygdur. Skúlin fær 1200 fermetrar aftururat, og 500 fermetrar verða umbygdir. 

Arbeiðið kostar 31 mió. kr. Fyri tær fær skúlin millum annað átta skúlastovur afturat, høli til lærarafyrireiking, bókasavn, bólkarúm og høli til umsitingina.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401