Føroyingar vilja hava ávirkan

bannari
18.06.2015 - 12:00
Føroyingar vilja hava ávirkan
hetta sigur Mette Hybel, sum er fjølmiðlafólk hjá DR, og er í Føroyum fyri at fylgja fólkatingsvalinum.
Mette Hybel
Mette Hybel

Í morgunsendingini prátaði Kári Olsen við donsku Mette Hybel, ið er í Føroyum fyri at siga frá valinum fyri DR.

Bæði reyði og blái blokkur í Danmark hyggja móti Føroyum í hesum døgum, og tað hevur við sær at miðlarnir eisini eru áhugaðir í føroyska valinum.

Eitt av teimum donsku fjølmiðlafólkunum, ið er komin til Føroya, er Mette Hybel, ið starvast hjá DR.

Hon hevur gingið á Havnargøtum, har hon hevur tosað við nógvar føroyingar, fyri at finna útav, hvussu fólk í Havn ætla at velja.

Mette Hybel sigur, at sum heild eru teir føroyingar, sum hon hevur tosað við, ikki so upptiknir av, hvørt reyði ella blái blokkur vinnur, men meira hugsa tey um, hvat føroyingar á fólkatingi kunnu fáa ávirkan á, sum kann vera føroyingum til gagns.

Hoyr alla samrøðuna her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751