Avgerð útsett

Avgerð útsett
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya kom ikki til nakra endaliga niðurstøðu í gjár um harðskapsmálið í Gundadali 20. januar í ár
 
20.06.2015 - 12:18

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya kom ikki til nakra endaliga niðurstøðu í gjár um harðskapsmálið í Gundadali 20. januar í ár, sum endaði við dómi í Føroya rætti 2. juni. 

Kappingarnevdin hevði fund um málið í gjár, men Róin Scrøter, formaður í kappingarnevdini, sigur í dag, at kappingarnevdin væntar at koma til ein endaligan úrskurð týsdagin.

Dómur fall í málinum 2. juni

Tað var í venjingardysti millum HB og Víking í Gundadali 20. januar í ár, at Poul Ingason úr HB breyt nøsina, og tann 2. juni var Hans Jørgen Djurhuus dømdur fyri harðskap í Føroya rætti. 

Dómurin var treytaður og uttan revisáseting. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360