Siumut stuðlar sosialdemokratum - IA setur krøv

bannari
Siumut stuðlar sosialdemokratum - IA setur krøv
Nývaldu fólkatingskvinnuni hjá IA, Aaja Chemnitz, dámar illa at stuðla einari stjórn, har Dansk folkeparti hevur stórt vald
Mynd: KNR  
 
22.06.2015 - 08:07

Grønlendski flokkurin Siumut stuðlar framvegis sosialdemokratunum í fólkatinginum. IA setur Lars Løkke Rasmussen krøv.

Eins og nývaldu føroysku fólkatinglimirnir tosaðu við Lars Løkke Rasmussen, formann í flokkinum Venstre, í gjár, so ringdi hann eisini til grønlendsku fólkatingskvinnurnar og spurdi, hvat tær halda.

Sambært grønlendska kringvarpinum, KNR, hevur IA ikki lagt seg hjá reyða veinginum í fólkatinginum.

Hava ikki bundið seg

Aaja Chemnitz Larsen, fólkatingskvinna, legði krøvini hjá IA fyri Lars Løkke Rasmussen, sum roynir at skipa stjórn. Hon sigur, at enn hevur IA ikki bundið seg til samstarv við nakran flokk í fólkatinginum. Hon sigur, at IA vil sleppa at sita við samráðingarborðið, tá semjur skulu gerast um kriminalforsorg og verju.

Hon gjørdi eisini vart við, at IA dámar sera illa at stuðla einari stjórn, har Dansk folkeparti hevur stórt vald, tí sambært Aaja Chemnitz Larsen virðir Dansk folkeparti ikki sjálvstýrið hjá Grønlandi. IA fer ikki at taka avgerð um stuðul, fyrr enn stjórnin er skipað.  

Útilokar ikki samstarv

Aleqa Hammond gjørdi Lars Løkke Rasmussen greitt, at eingin ivi er um, at Siumut stuðlar, enn sum fyrr, Sosialdemokratiska flokkinum. Men tað útilokar tó ikki gott samstarv við flokkarnar, sum vunnu fólkatingsvalið.

Á heimasíðu okkara, kvf.fo, ber til at hoyra, hvat føroysku fólkatingsmenninir fingu burtur úr at tosa við Lars Løkke Rasmussen í gjár. 

Lars Løkke Rasmussen noyddist longu í gjár at ásanna, at ikki bar til at skipa meirilutastjórn saman við hinum borgaraligu flokkunum á bláa veinginum. Nú fer hann at royna at skipa ein minnilutastjórn, um hann fær loyvi til tess frá drotningini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097