MBF: Talgildu Føroyar skulu vera fyri øll

MBF: Talgildu Føroyar skulu vera fyri øll
MBF sigur, at tað er álvarsligt, at brekøkið ikki verður partur av ætlanini um talgilding
 
26.06.2015 - 08:02

Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, heitir nú á politisku skipanina skjótast gjørligt, at tryggja, at  “Talgildu Føroyar” verða fyri øll, eisini fólk, ið bera brek.

Í skrivi mælir MBF eisini til, at støða verður tikin til, hvør skal umsita talgildu undirskriftina, um brúkarin av einari ella aðrari orsøk ikki sjálvur er førur fyri at umsita hana. 

Tann, ið má geva øðrum persóni atgongd til allar sínar persónligu upplýsingar, verður rættiliga sárbærur, sigur MBF, og tí má trygdin setast høgt, so ongin óviðkomandi sleppur fram at persónligum upplýsingum. Og um neyðugt er at geva fulltrú, hvør skal tá hava hana, spyr MBF, sum harmast um, at allir føroyingar ikki eru tiknir við í arbeiðið frá byrjan.

Ikki partur av verkætlanini

Mánadagin var MBF á fundi við verkætlanarbólkin fyri "Talgildu Føroyar", og har staðfesti felagið, at brekøkið ikki er hugsað sum partur av verkætlanini. 

Tað er álvarsligt, sigur felagið og nevnir fleiri ósvaraðar spurningar, sum krevja svar.

M.a. hvussu er við atkomu fyri tey,  ið hava kognitiv brek og tey, sum hava niðursettan førleika í armi og hond, ella tey, sum eru blind, deyv og lesiveik. Felagið spyr somuleiðis, hvat verður gjørt, um onkur ikki er førur fyri at umsita talgilda samleika sín.

MBF skuldi stýra

MBF var boðið við til framløguna av verkætlanini, sum var í gjár, men valdi ikki at luttaka. Grundin er, sigur felagið, at verkætlanarbólkurin skuldi stýra tí, sum MBF skuldi bera fram í Norðurlandahúsinum, og at alt ov nógvir ósvaraðir spurningar vóru viðvíkjandi brekøkinum.

MBF vónar nú, at politiski myndugleikin tekur hetta í álvara og fær tað í rættlag, stendur í almenna skrivinum frá felagnum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. februar
RagnarRokk 19.februar 2026
203231
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Gregory Spawton um Woodcut
203229
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Rick Hughes um Redemption
203230
Hósdag 19. februar
Eitt korter við Jazztónleiki
204472
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Hósdag 19. februar
Jóhanna: Mín móðir
204500
Hósdag 19. februar
Filip: Elisabet og Elinborg
204498