Hvat siga børn um samkynt hjúnalag?

Hvat siga børn um samkynt hjúnalag?
- Samkynt hjúnalag er, tá ein drongur giftist við einum drongi. Tá ein genta og ein genta giftast, er tað lesbianisma, sigur eitt barn um samkynt hjúnalag
30.06.2015 - 22:15

Síðan samkynt hjúnalag er loyvt í øllum statum í USA, hava ælabogalitirnir sett sín dám á Facebook, Instagram og aðrar kendar sosialar miðlar.

 

Les eisini: Hægstirættur í USA loyvir homo-hjúnabondum

 

Tó hava øll ikki verið eins fegin um hesa avgerð. Fleiri hava sett spurningin: “hvussu skal eg forklára tað fyri børnunum?”

 

Eins og tað ivaleyst er trupult at greiða børnunum frá sex, ella hvussu børn koma til verðina, so kann tað ivaleyst fyri summi vera trupult at greiða frá, hvat samkynt hjúnalag er.

 

Les eisini: 26 milliónir ælabogamyndir

 

Men børnini eru kanska ikki so býtt, sum tey annars stundum verða gjørd. Hygg bara at hesum brotinum frá Jimmy Kimmel Live, har børn m.a. greiða frá, hvat samkynt hjúnalag er, hvat tað inniber at giftast, og nær tað er sámiligt at giftast. 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.