- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hægstirættur í USA loyvir homo-hjúnabondum
Amerikanski hægstirætturin hevur júst avgjørt, at samkynd sleppa at giftast í øllum 50 statunum í USA. Av teimum níggju hægstarættardómarunum atkvøddu fimm fyri og fýra ímóti eini boyting av hjúnabandslógini. Áðrenn vóru homo-hjúnabond bert loyvd í 36 statum. Hetta skrivar Information.
- Avgerðin um homo-hjúnabond er eitt stórt stig móti javnrættindum, skrivar amerikanski forsetin, Barack Obama, á Twitter.
Í juni mánaða 2013 avgjørdi amerikanski hægstirættur, at ein ikki kann definera hjúnabandið sum bara verandi ímillum mann og kvinnu. Hetta viðførdi, at samkynd kundu fáa somu rættindi sum hinkynd. Tó var tað upp til hvønn einstakan stat, um hjúnaband millum samkynd var lógligt. Men nú er avgjørt, at øll samkynd í USA sleppa at giftast.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |