Stýrið bakkar fyri Reidar

02.07.2015 - 10:08
InnlendisSamfelag
Stýrið bakkar fyri Reidar
-Dómurin í Føroya Rætti er púra greiður, ásannar Gunnar Mohr, stýrisformaður

Stýrið fyri Føroya Handilsskúla ger ikki meira við málið um samsýningina til fyrrverandi handilsskúlastjóran, Reidar Nónfjall.


-Dómurin er púra greiður. Vit gjalda rokningina fyri sakarmálskostnaðin og so er málið avgreitt frá okkara síðu, sigur Gunnar Mohr, stýrisformaður:

 

Stýrið fyri Føroya Handilsskúla hevur nú viðgjørt dómin í Føroya Rætti, sum hósdagin í síðstu viku fríkendi fyrrverandi stjóran á Føroya Handilsskúla fyri allar ákærur um at hann av órøttum tók ímóti pengum fyri sítt arbeiði í bygginevndini fyri Skúladepilin í Marknagili. Eftir harraboðum úr Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum stevndi Stýrið fyri Føroya Handilsskúla Reidar Nónfjall eftir 495.000 krónum, sum hann hevði fingið í samsýning, tíðarskeiðið frá mai 2008 til apríl 2011.

 

Málið hevur, sambært Gunnari Mohr, fylt nógv í Stýrinum fyri Føroya Handilsskúla. Og við greiðu niðurstøðuni hjá Føroya Rætti er eingin orsøk at draga málið enn longur út, sigur stýrisformaðurin.

 

Stýrið fyri Handilsskúlan er dømt at gjalda sakføraraútreiðslurnar hjá Reidari Nónfjall, tilsamans 68.750 krónur. Eisini hevur stýrið havt útreiðslur av sínum egna sakførara. Stýrisformaðurin sær tó onga meining í at royna at fáa teir pengarnar aftur frá Fíggjarmálaráðnum, sum afturi í 2012 trýsti Stýrið at fara í rættin við fyrrverandi handilsskúlastjóranum.
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039