Fíggjarmálaráðið trýsti Egon

26.06.2015 - 18:30
Innlendis›Samfelag
Fíggjarmálaráðið trýsti Egon
Lønardeildin fór uttan um Stýrið og út í býin eftir advokati, sum varð biðin um at krevja pengar aftur frá Egon Øregaard.

Tá stýrið fyri Tekniska Skúla í Havn noktaði at fylgja boðum úr Fíggjarmálaráðnm og krevja 45.000 krónur aftur frá sínum skúlastjóra, fór ráðið harðliga til verka.


Lønardeildin fór út í býin eftir einum advokati, sum fekk til uppgávu at krevja pengarnar innaftur. Rindar tú ikki pengarnar aftur innan 14 dagar, so verður tú drigin í rættin, vóru boðini til Egon Øregaard.

 

Í gjár varð punktum sett í áralanga stríðnum millum Reidar Nónfjall og stýrið fyri Føroya Handilsskúla, sum eftir harraboðum úr Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum kravdi samsýning aftur frá sínum stjóra. Reidar Nónfjall hevði fullan rætt til pengarnar, staðfesti Føroya Rættur.

 

Egon Egon Øregaard rindaði sína samsýning, tilsamans 45.000 krónur, aftur. Hann var sjúkur um hetta mundið, og hartil vóru atlitini til familjuna. Hann orkaði ikki at stríðast. Stýrið fyri sjálvsognarstovnin Tekniski Skúlin í Tórshavn hevði annars noktað at fylgja boðum úr Fíggjarmálaráðnum. Stýrið tvíhelt um sína heimild og avgerð um at stjórin skuldi hava samsýning fyri arbeiðið í bygginevndini. Men tá fór Fíggjarmálaráðið eitt stig víðari. Ráðið bað advokatin Jógvan Páll Lassen um at krevja pengarnar inn, uttanum Stýrið, beinleiðis frá skúlastjóranum. Útvarpið hevur fingið innlit í skjølini - eisini stevningina, ið varð skrivað móti Egon Øregaard, ið skuldi dragast í rættin. Stýrið fyri Tekniska Skúla tvíhelt tó um sína støðu, eisini eftir at Egon Øregaard í august 2013 boðaði frá, at hann rindaði tær 45.000 krónurnar aftur. Stýrið harmaðist og helt tað vera skeivt av skúlastjóranum at bakka.

 

Útvarpið hevur í dag tosað við Snorra Fjallsbak, stjóra á Lønardeildini, sum trýsti stýrini fyri bæði handilsskúlan og tekniska skúlan at krevja pengarnar innaftur frá sínum stjórum. Men Snorri Fjallsbak hevur ongar viðmerkingar. Sjálvur hoyrdi Egon Øregaard ongantíð nakað aftur úr Fíggjarmálaráðnum:
 

Sjálvsognarstovnurin Tekniski Skúlin í Tórshavn fer í søguna, tá skúlin flytir inn í nýggja Marknagilsdepilin. Tá fella allar ognir skúlans til landskassan.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595