Jacob Vestergaard á fiskivinnufundi í Malta

Jacob Vestergaard á fiskivinnufundi í Malta
Í dag og í morgin hava fiskivinnuráðharrarnir í londunum í Norðuratlantshavinum fund í høvuðsstaðnum í Malta, Valetta.
 
16.07.2015 - 12:54

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, er á fundinum fyri Føroyar.

Til viðgerðar er bláur og burðardyggur vøkstur, - tað er at fáa sum mest burtur úr sjónum á burðardyggan hátt.

Fundurin er í Malta, tí nýggi fiskivinnukommisserurin í ES, Karmenu Vella, er av Malta, og hann er vertur á fundinum.  

Áðrenn Jacob Vestergaard fór av landinum, ráðførdi hann seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um føroysku svartkjaftakvotuna í ár.

Hann hevur fingið svar frá nevndini, men kvotan er ikki fráboðað enn.

Ráðførslan í Uttanlandsnevndini var í trúnaði, so formaðurin í nevndini, Jákup Mikkelsen, vil ikki siga, hvat hendi á fundinum við landsstýrismannin týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444