- Tíðindi, mentan og ítróttur
Medisin móti málsligum mistøkum
Tað er eingin loyna, at karakterir eru nógv ávirkaðir av, hvat inntrykk lærarin hevur av tær. Nakrir føroysktlærarar hava, nú skúlarnir byrja aftur, valt nakrar málsligar villur, ið teir eru móðir av at síggja, og sum geva vánaligt inntrykk.
Skal sagnorðið hava –ir ella –ur?
Høvuðsreglan er, at sagnorð við ongum ljósðskifti í stovninum fáa vanliga –ir (ella –ar, men tað er ikki so ringt). Tó eru onkur undantøk.
Einki ljóðskifti. At lenda fær tískil –ir í 3. persóni nútíð eintali.
Hava tey ljóðskifti í stovninum, fáa tey –ur.
Ljóðskifti frá u til y. At hyggja fær tískil –ur í 3. persóni nútíð eintali.
Ljóðskifti frá a til e. At brenna fær tískil eisini –ur í 3. persóni nútíð eintali.
Hetta er høvuðsreglan, men altíð eru undantøk. Vita um sjálvljóðið (a, á, e, i, í, o, ó, u, ú, y, ý, æ, ø) í stovninum broytist í orðinum. Broytist tað ikki frá 3. persóni eintali nútíð til tátíð (dømini í tekningunum), kann tað gera tað aðrastaðni í orðinum, t.d. í øðrum lýsingarhátti. Ivast tú enn, slá upp í orðabók!
Les eisini: Medisin móti málsligum mistøkum II
Keldur: føroysktlærarar á miðnámsskúlum og Stutt mállæra.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |