Gransking- Vit mugu fáa tíðarhóskandi vitanarstørv

bannari
22.08.2015 - 13:30
InnlendisPolitikkur
Gransking- Vit mugu fáa tíðarhóskandi vitanarstørv
Gransking verður alt ov lítið tikið við í valskráunum hjá politisku flokkunum, heldur Guðrið Andorsdóttir, forkvinna í Granskingarnevndini
Gransking verður alt ov lítið tikið við í valskráunum hjá politisku flokkunum, heldur Guðrið Andorsdóttir, forkvinna í Granskingarnevndini
Mynd: Savnsmynd  

Flokkarnir, sum stilla upp til løgtingsvalið, leggja alt ov lítlan dent á gransking.

Tað heldur Granskingarráðið, sum hevur lisið valskráirnar hjá flokkunum. Niðurstøðan er, at tað sum verður skrivað um gransking er hvørki serliga umfatandi ella ítøkiligt.
Tað heldur Guðrið Andorsdóttir, sum er forkvinna í Granskingarnevndini.

Granskingarráðið lat á vári 2013 landsstýrinum “Tilmæli - ætlan um verksetan og fokusøki” av yvirskipaða granskingarpolitikkinum Vitan & Vøkstur, sum varð samtyktur av Vísindaráðnum á fundi 28. januar 2011. Hann skuldi vera galdandi fyri tíðarskeiðið 2011-2015. Tilmælið um verksetan var úrslit av drúgvum arbeiði, har granskingarstovnar og granskarar vóru við í allari tilgongdini.

 

Í tilmælinum varð mælt til at raðfesta gransking á hesum fokusøkjum:

• Hvussu fyrireika vit okkum at standa ímóti avleiðingum av veðurlagsbroytingum?

• Hvaðani fáa vit orku í framtíðini?

• Hvussu umsita og gagnnýta vit best tilfeingið í havinum?

• Hvussu gagnnýta og menna vit okkara tilfeingi til nýggjar og fleiri vinnugreinar?

• Hvussu finna og gagnnýta vit vitan um heilsu hjá menniskjanum?

• Hvussu búgva vit fólkið til framtíðar avbjóðingar?

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Fríggjadag 13. mars
Morgunlestur fríggjadagur 13.mars 2026
205071
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320