Gransking: Eru framvegis aftan fyri hini norðurlondini

Gransking: Eru framvegis aftan fyri hini norðurlondini
Hetta má broytast, sigur nýggja forkvinnan í ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan
Vit liggja væl aftan fyri hini Norðurlondini, tá ið ræður um gransking. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
13.10.2026 - 09:48

- Tað er gott, at íløgurnar í gransking og menning vóru størri í fjør enn í fyrraárið, men enn liggja vit lægri enn í 2022 og 2023 og væl aftanfyri hini norðurlondini. 

Tað sigur Maria Skaalum Petersen, nývald forkvinna fyri Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.

Hon sigur, at hetta má broytast. 

Hagstovan hevur kunngjørt hagtøl fyri gransking og menning í Føroyum í 2025.

Her sæst, at samlaðu íløgurnar eru 1,32 prosent av BTÚ. Hækkingin er 0,12 prosent samanborið við árið fyri.

Í krónum er talan um 388 mió. kr. í 2025 samanborið við 335 mió. kr. í 2024.

 


Maria Skaalum Petersen. 

 

Flestu lond í Evropa hava sum mál at nýta trý prosent av BTÚ til gransking og menning. Skulu vit røkka hesum málinum í Føroyum skulu 500 milliónir leggjast afturat verandi íløgum.

Hoyr samrøðu við Mariu Skaalum Petersen í útvarpstíðindunum: 

 

13102026_Gransking_Maria

 

 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846