Bakkafrost framvegis framgongd

Bakkafrost framvegis framgongd
Úrslitið hjá Bakkafrosti í fyrra hálvárinum 2015 var 110 milliónir krónur betri enn í fjør. Serliga annar ársfjórðingur í ár var góður
Úrslitið hjá Bakkafrosti í fyrra hálvárinum 2015 var 323 milliónir krónur eftir skatt í ár og 213 milliónir í fyrra hálvári 2014
 
25.08.2015 - 08:10

Úrslitið hjá Bakkafrosti í fyrra hálvárinum 2015 var 323 milliónir krónur eftir skatt í ár og 213 milliónir í fyrra hálvári 2014. Serliga annar ársfjórðingur var góður hjá Bakkafrosti.

Hann var 43 prosent betri enn annar ársfjórðingur í fjør. Bakkafrost tók 14.182 tons av laksi í øðrum ársfjórðingi, tað mesta nakrantíð í einum ársfjórðingi.

Allar deildir í samtakinum høvdu avlop í øðrum ársfjórðingi. Deildin, sum ger lidnar vørur, gjørdi 5.064 tons, og Havsbrún keypti 86.000 tons av fiski í øðrum ársfjórðingi. Bakkafrost væntar at gera íløgur fyri 550 mió. kr. í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053