- Tíðindi, mentan og ítróttur
Listafólkið: Beinta Glyn-Davies
Kaffi og kryddaríir er kanska ikki tað fyrsta, sum fellur tær í huga, tá tú hugsar um málningar. Men unga listakvinnan, Beinta Glyn-Davies, er ikki bangin fyri at brúka fjølbroytt og heldur øðrvísi tilfar, tá hon málar.
Teknifilmar kveiktu áhugan
- Tað vóru serliga teknifilmar, ið gjørdu, at eg sum barn fekk áhuga fyri list. Serliga dámdi mær at hyggja at eykatilfarinum, sum ofta fylgdi við teknifilmum fyrr, har tú sást, hvussu filmarnir blivu gjørdir. Tað sá somikið spennandi og stuttligt út, at eg fekk hugin til at gera tað sama og byrjaði at øva meg at tekna.
Í dag er Beinta 24 ára gomul og er júst flutt heim til Føroya við manni sínum eftir at hava nomið sær útbúgving í illustratión frá Blackpool and the Fylde College í Bretlandi.
At mála er terapeutiskt
List er so fjølbroytt og full av møguleikum, sigur unga listakvinnan. Frælsi, sum mann hevur við at mála, ger alt spennandi, tí úrslitið er ongantíð tað sama. Eisini heldur Beinta, at tað er ein máti at fáa sínar kenslur, dreymar og tankar niður á pappír.
- Um eg til dømis eri í góðum lag, so avspeglast tað í tí, sum eg máli. Tá tú so ert liðugur, kennist tað, sum um at mann hevur arbeitt ígjøgnum nakrar tankar. Tað er terapeutiskt. Ella, tað er tað í hvussu so er hjá mær.
Málar við kaffi og kryddaríum
Beinta heldur seg ikki hava nakran ávísan stíl, men roynir seg fram við nógvum ymsum teknikkum. Íblásturin kemur eisini úr nógvum ættum, men fyrst og fremst kemur hann frá tí, sum hon sær rundan um seg.
- Eg stoytti kaffi á eitt pappír og orkaði ikki at turka tað upp. Næsta morgunin dámdi mær ordiliga væl tað, sum kaffi hevði gjørt við pappírið, og so luktaði tað eisini so væl. Eg havi síðani gjørt fleiri málningar burtur úr kaffi og havi eisini brúkt salt, pipar og onnur kryddaríir til at fáa ymsar effektir fram í málningum. Í trimum av teimum málningunum, sum tú sært her, havi eg til dømis brúkt kryddaríir til at skapa ein havbotn-stemning.
Møguleikarnir eru ymsir og nógvir
Beinta umhugsar at gerast kunsterapeut og at arbeiða sum freelance illustrator, men enn hevur hon ikki avgjørt, hvar leiðin gongur.
- Tað at mála kann ofta virka so abstrakt, men í veruleikanum sært tú list allastaðni rundan um teg. Akkurát hvar leiðin gongur, veit eg ikki heilt enn, men møguleikarnir eru nógvir. Tað er bara at finna útav, hvat mann tímir best.
Myndirnar omanfyri eru íblástar av føroyskum sagnum
Myndin omanfyri er ein perma, sum Beinta hevur gjørt til eitt skúla-projekt
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |