- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vakurleikin skal raðfestast
Katrin Joensen-Næs hevur skrivað greinina
Magnus hevur teknað sum børn flest, men um 12 ára aldur, tá nógv leggja blýantin frá sær, brast tað av álvara á hjá Magnusi.
- Eg minnist týðliga ein dag, tá ið eg sá permuna av eini bók um Magnus Heinason, ið eitur: ”ein sjógarpur”. Á permuni er eitt skip. Tað fangaði meg. Eg vildi duga at tekna soleiðis. So eg teknaði tað hvønn dag, til eg bleiv góður til tað.
Byrjar við einum einfaldum motivi
Tekningarnar hjá Magnus byrja altíð við einum motivi. Ofta setir Magnus seg niður við onkrum í huga, sum hann vil tekna. T.d. á myndini niðanfyri vildi hann tekna eina keylu.
Hann teknar kladduna av motivinum við blýanti. Tá ið tað er komið niður á pappírið, byrjar tann kreativa gongdin. Magnus loyvir myndini at fara akkurát tann vegin, hon vil. Letur hondina tekna detalju eftir detalju til alt A2-pappírið er fylt út. Roynir ikki at hugsa ov nógv, meðan hann teknar. Hann vil bara missa seg burtur í eitt flow.
Magnus litar inn við spritttussj og sigur, at myndirnar hjá honum eru ikki lidnar, fyrr enn at alt tómt hvítt pláss er fylt út.
Hann teknar á A2 format, sum er umleið dupult so stórt sum eitt vanligt prentipappír, men nógvar av hansara detaljum eru ikki meira enn 2 mm stórar. Man kann sostatt hyggja at eini mynd hjá Magnusi í ein tíma og enn ikki gerast liðugur at finna nýggjar detaljur.
Vil hava frið, tá ið hann teknar
Magnus sigur, at tá ið hann fer í holt við eina tekning, vil hann hava frið. Hann vil vera einsamallur heima. Kókar ketilin og ger sær te. Koyrir oyramikrofonir í oyruni og leggur allar sínar teknigreiðir út á borðið.
Magnus letur tónleikin, sum hann hevur í oyramikrofonunum, hjálpa sær at skapa listina.
Hann lurtar m.a. nógv eftir enska bólkinum Radiohead, sum er kendur fyra at gera sýraðan tónleik.
Eg spyrji hann, um hann sær aftur í myndunum, hvørjum tónleiki hann hevur lurtað eftir til hvørja mynd.
Hann nikkar.
Gleðin liggur í at hava skapt okkurt
Fyri Magnus er gleðin við at tekna at kunna skapa okkurt vakurt. Hann heldur, at vakurleikin er týdningarmikil og skal prioriterast.
Hann brúkar ofta beinar linjur og vil skapa symetri í myndunum. Vil gera tær behaðiligar at hyggja at.
Hann samanber sína listarligu gongd við at byggja eitt pent møpil til húsið. Hann arbeiðir ímóti at sleppa at standa við einum lidnum arbeiði, sum kann pynta í hansara dagligdegi. Sum hann kann hyggja eftir, tá ið verðin tykist ljót og grá.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |