- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarligt støðufesti heldur tætt
Mánadagin fór freistin hjá teimum, sum høvdu hug at bjóða upp á tey 30 prosentini av Eik banka, sum Fíggjarligt støðufesti framvegis eigur. Men Fíggjarligt støðufesti vil ikki upplýsa, um nakar áhugi er at kappast við TF Holding um partabrøvini.
TF Holding keypti í februar í 2011 70 prosent av Eik frá Fíggjarligum støðufesti, sum 30. september í 2010 tók við Eik banka eftir skrædlið har.
Tá TF Holding keypti tey 70 prosentini, varð gjørd ein partaeigaravtala við Fíggjarligt støðufesti um forkeypsrætt.
Vilja ikki vátta prís
"Um TF Holding velur at keypa tey írestandi 30 prosentini í 2015 skulu teir gjalda 293 mió. kr. fyri hesi partabrøv," stóð í einari fráboðan, sum Kappingareftirlitið fekk í januar 2011.
Nú eru vit í 2015, og 10. august boðaði Fíggjarligt støðufesti frá, at tey 30 prosentini í Eik verða seld í ár.
Men um prísurin er 293 milliónir vilja hvørki stjórin í TF Holding, Súni Schwartz Jacobsen, ella stjórin í Fíggjarligum støðufesti, Henrik Bjerre-Nielsen, vátta nú.
Tann, sum bjóðarm mest, sleppur at keypa
Stjórin í Fíggjarligum støðufesti segði við Útvarpið tann 12. august, at forkeypsrætturin er ikki meira bindandi enn so, at bjóðar onkur hægri enn TF Holding og TF Holding ikki er sinnað at lata so nógv, so fær hin, sum bjóðar tey 30 prosentini.
Annars verður kappbjóðing um tey 30 prosentini og tann, sum bjóðar mest, sleppur at keypa. Ein møguleiki er, at í treytaðu keypsavtaluni millum TF Holding og Fíggjarligt støðufesti, sum nú er gjørd, er ein annar prísur enn 293 mió. kr.
Fyrst í juni segði Súni Schwartz Jacobsen við Útvarpið, at spyr Fíggjarligt støðufesti TF Holding, um TF Holding vil keypa partabrøvini, er als ikki vist, at prísurin er 293 mió. kr. Tað er hann neyvan.
Ætla at selja fyri árslok
Súni Schwarts Jacobsen segði, at tekur Fíggjarligt støðufesti stig til at selja - og tað er júst tað, sum nú er hent - er ein onnur mekanisma galdandi, sum hann málbar seg.
Spurdur, um prísurin tá er lægri enn 293 mió. kr., svaraði hann, at tað er ikki óhugsandi. Súni Schwarts Jacobsen, stjóri í TF Holding, hevur heldur onga viðmerking, nú freistin hjá øðrum at boða frá áhuga fyri partabrøvunum í Eik er farin.
Fíggjarligt støðufesti svarar, at haðani fæst einki at vita, fyrr enn sølan er avgreidd. Ætlanin er at selja fyri árslok.