Sverigedemokratarna størsti flokkur í Svøríki

Sverigedemokratarna størsti flokkur í Svøríki
Sverigedemokratarna høvdu fingið 25,2 prosent av atkvøðunum um val var í Svøríki nú
 
30.08.2015 - 12:49

Sverigedemokraterna - sum sambært eini nýggjari meiningarkanning er størsti flokkur í Svøríki - hildu í gjár summarbólkafund í Blekinge.
Aftonbladet skrivar, at formaðurin, Jimmie Åkesson, segði í røðu síni, at Sverigedemokratarna, sum eru sera atfinningarsamir móti tilflyting uttanífrá, eru tilreiðar at taka við landsins stjórn og at seta politisku dagsskránna.
 

- Vit eru komin langt á leið, men vil vilja fara enn longri. Tað snýr seg um at vísa, at vit eru før fyri at stjórna landinum, segði formaðurin í røðuni.
- Long tíð er, til val skal verða, men greitt er, at vit longu nú skulu fara undir at leggja ætlanir, so vit eru tilreiðar at taka veruliga ábyrgd av landinum. Vit skulu mynda samfelagskjakið, segði Jimmie Åkesson.
Floksleiðarin gav hinum flokkunum í svenska Ríkisdegnum skyldina av sorgarleikinum í Miðjarahavinum hósdagin, tá umleið 200 flóttafólk, mong teirra børn, druknaðu í royndini at sleppa til Europa.
- Tí hvat er tað, sum fær fólk at seta sítt egna lív í vága og lívið hjá børnunum fyri at koma til Svøríkis?, spurdi Åkesson og svaraði:
- Eg tori væl at siga, at tað er lini politikkurin hjá hinum flokkunum, sum elva til nógvar av hesum ræðuligu mannalagnunum, segði formaðurin og dróg samanum, og tí hevur tað týdning, at ein fólkaatkvøða verður hildin í Svøríki um útlendingapolitikkin.

Í Føroyum gjørdist svenski flokkurin kendur, tá umboð fyri flokkin fyri nøkrum árum síðani høvdu verið í Havn á ólavsøku og síðani skrivaðu hálovandi um nationalistiska figurin hjá Sjúrði Skaale, Harald, sum hevði hildið røðu fyri túsundtals fólki í Vágsbotni á tjóðarhátíðini. 
Sverigedemokratarna høvdu misskilt, at talan var um skemt og speið - og tóku nationalistisku røðuna og stóra áskoðaraskaran í fullum álvara. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985