Komið upp á hægsta politiska stig í Danmark

Komið upp á hægsta politiska stig í Danmark
Nótaskipið Asbjørn Senior er komið upp á hægsta politiska stig í Danmark. Danski uttanríkisráðharrin hevur fingið fyrispurning um nótaskipið
Danski uttanríkisráðharrin skal nú svara fyrispurningi um nótaskipið Asbjørn Senior, ið verður lagt undir brot á altjóða lóg, tí fiskað er í sjónum hjá Vestursahara, sum Marokko hevur hersett
 
07.09.2015 - 13:08

Uttanríkisráðharrin er spurdur um fiskiskap, sum er sagdur at vera brot á altjóða lóg, tí fiskað er í sjónum hjá Vestursahara, sum Marokko hevur hersett. Ráðharrin er biðin um at steðga Asbjørn Senior. Tí sleppur hann kortini undan, tí Asbjørn Senior liggur nú í Hirtshals.

Christian Juhl, fólkatingsmaður hjá Eindarlistanum, hevur biðið Uttanríkisnevndina hjá Fólkatinginum spyrja ráðharran um fiskiskapin hjá Asbjørn Senior vestan fyri Vestursahara, fiskiskapur, sum er sagdur at vera brot á altjóða lóg og á eina samtykt hjá fólkatinginum.

Orsøkin er, at Marokko, sum hevur hersett Vestursahara, selur fiskirættindi í sjónum við Vestursahara uttan um Saharawiafólkið í Vestursahara. Hesum hevur Danmark vent sær móti í millum annað ES.

Vil vita hvussu endurtøkur kunnu forðast

Christian Juhl spyr uttanríkisráðharran, hvat hann fer at gera fyri steðga fiskiskapinum hjá Asbjørn Senior og forða fyri endurtøkum. Fyrispurningurin kom dagin eftir eina grein á heimasíðuni fiskur.fo um Asbjørn Senior.

Har stendur, at Emhamed Khadad, umboð fyri saharawisku stjórnina í útlegd, tann 10. juli skrivaði til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Alex N. Vilhelm, stjóra í Ocean Group Faroes, sum átti Asbjørn Senior, áðrenn hann varð seldur fyrst í juni.

Í brævinum biður Emhamed Khadad teir báðar síggja til, at fiskiskapurin hjá Asbjørn Senior heldur uppat, tí hann er ólógligur. Asbjørn Senior skal hava fiskað sunnan fyri Vestursahara fyrst í juli.

Skipið selt men framvegis skrásett í Føroyum

Eingi lond viðurkenna, at Marokko nú hevur havt Vestursahara hersett í 40 ár og hevur eyðrænt tilfeingið hjá fólkinum har, millum annað fiskastovnarnar.

Bæði ST og altjóða dómstólurin í Haag hava fordømt hersetingina. Asbjørn Senior varð í summar seldur til Belis.

Asbjørn Senior er givin við fiskiskapinum við Vestursahara, sum skilst, tí hann skuldi bara vera har í tríggjar mánaðir. Skipið kom til Hirtshals fyri tveimum vikum síðani og hevur ligið har síðani.

Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa orð á Alex N. Vilhelm, stjóra í Ocean Group Faroes, fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985